Bátar fáa framvegis fisk við snellu

Besti snellubáturin á Sandi í gjár hevði seks kør, sum man liggja um eini 3000 pund.

Tað hevur verið minni at hoyrt um snelluútróður seinastu tíðina. Veðrið hevur verið ólagaligt, og lítið hevur verið at gjørt hjá teimum smærru bátunum.

Alt eftir, hvør ættin hevur verið, hava løtur tó verið, har farandi hevur verið úr landi, serliga har landið lívir fyri ættini og havalduni.

Herfyri lá hann fleiri dagar við landnyrðingi, sum er vánaligur norðan fyri og eystan fyri, men ivaleyst roynist betri vestanfyri.

Í gjár vóru fýra bátar á Sandi við snellu. Soleiðis, sum In.fo hevur skilt, hevði besti báturin seks kør, sum man liggja um eini 3000 pund.

Av hinum trimum, sum eftir eru, hevði hin eini trý kør, sum man liggja um eini 1500 pund, og teir báðir seinastu høvdu eini tvey kør - ella 1000 pund - hvør.