Bál og fýrverk - ikki kyndlagonga

Undantikið ætlaðu kyndlagonguna, verður nýggjárshaldið á Sandi í kvøld hildið sum ætlað.

 

Kyndlagongan, sum ætlandi skuldi verða á Sandi klokkan 20 í kvøld, er avlýst vegna veður, men annars verður nýggjárshaldið júst, sum áður ætlað.

 

Klokkan 20.30 í kvøld verður tendrað í bálið niðan fyri Áargarð, og tá verður eisini skotið fýrverk.

 

Eftir at fýrverk er skotið, verður suppa og annað gott at fáa í Ungmannafelagshúsinum, og seinni um kvøldið fara Das-Band at spæla góðan dansitónleik í Virkinum.