- Eg varð rættiliga væl nøgdur við tað, eg hoyrdi.
Tað sigur Páll á Reynatúgvu, kommunustýrislimur á Sandi.
Kommunustýrislimirnir hava nú verið á kunnandi fundi við leiðsluna í felagnum, sum skal skipa fyri at gera teir báðar undirsjóvartunlarnar, Eysturoyartunnilin og Sandsoyartunnilin.
Páll á Reynatúgvu, sigur, at á fundinum fingu tey upplýst, at fyrireikingarnar til báðar tunlarnar ganga sum ætlað.
- Tað er einki sum bendir á, at tíðarætlanin ikki fer at halda og eftir henni verður farið at bora Eysyuroyartunnilin næsta ár og í 2018 verður sjøtul settur á at bora Sandoyartunnilin.
Páll á Reynatúgvu, sigur, at tey fingu at vita frá stjóranum í tunlafelagnum, Teituri Samuelsen, at tær seinastu jarðfrøðiligu kanningarnar í sambandi við báðar tunlarnar, verða gjørdar nú í vár.
Síðani verður farið undir at projektera tunlarnar og seinni í ár verður arbeiðið boðið út.
- Stjórin vísti á, at hann helti til, at báðir tunlarnir skulu bjóðaðir út sum ein arbeiðstøka í eini felags verkætlan.
Hann metti at tað fer at vera væl bíligari tilsamans, at bjóða báðar tunlarnar út í einum, soleiðis at tá ið Eysturoyartunnilin er boraður ígjøgnum, verður verður farið beint í Sandoyartunnilin og sett á har.
Sostatt verður farið undir at bora Eysturoyartunnilin næsta ár, sum ætlað, og tá ið hann er boraður ígjøgnum í 2018, verður farið beint undir at bora Sandoyartunnilin.
Sostatt verður koyrandi ígjøgnum Eysturoyartunnilin í 2019 og ígjøgnum Sandoyartunnilin í 2021.
- Vit fingu eisini at vita, at kanningarnar higartil benda á, at tað verður ongin trupulleiki at finna fígging til tunlarnar, sigur Páll á Reynatúgvu.
Tað eru bæði peningastovnar innanlands, og uttanlands, sum hava víst áhuga fyri at vera við at fíggja verkætlanina.
Páll á Reynatúgvu sigur, at tað er eisini alt, sum bendir á, at hetta er rætta løtan at fara undir so stórar verkætlanir, tí rentan er søguliga lág.
Hinvegin varð eisini umrøtt, at ein møguleiki er, at landskassinframskundar sín part av íløguni í tunlarnar, fyri at fáa fíggingina enn lagaligari
- Men tað er ikki vist at tað ber til, tí tað kann fáa avleiðingar fyri aðrar almennar útbyggingar, sum kanska mugu útsetast av tí sama, sigur sandoyartingmaðurin.
Hann sigur, at eftir hansara tykki vísir hetta, at tað var tað einasta rætta, at gera undirsjóvartunlarnar til eina almenna verkætlan og at knýta tunlarnar saman, tí nú er hann sannførdur um, at hesa ferð dettur ætlanin at gera Sandoyartunnilin, ikki niðurfyri einaferð afturat.