Tá várróður við snellu var norðan fyri í februar, mars og apríl, og menn fingu væl av fiski, tá dagarnir eydnaðust til veður, var tað kortini ikki bara norðan fyri, at menn fingu fisk.
Útróðrarbátar í Sandoynni høvdu eisini fleiri góðar útróðrardagar hesa tíðina, og tað var onkur dagur, tá fullur bilur av útróðrarfiski fór av Sandi og norður á marknaðin.
Eisini úr Vágum og eitt nú úr Suðuroy frættist tá um góðan snelluútróður.
Útróðrarbátar á Sandi og í Skopun hava eisini gjørt fleiri góðar dagar síðan várróðurin, og soleiðis var eisiin í gjár, tá bátar vóru á útróðri við snellu.
Av Sandi, haðani viðhefta mynd er tikin í gjárkvøldið, siga teir, at bátarnir, sum vóru á útróðri í gjár, høvdu stívliga 20 kør av útróðrarfiski tilsamans.
- Teir, sum høvdu mest, høvdu eini 3.500 pund av snellufiski, og onkur hevð eini 2.500 pund. Teir flestu fingu væl av fiski, verður sagt av Sandi.











