Bátar á Sandi rokfiska

Ein einsamallur maður fekk 4.500 pund av snellufiski í gjár.

Aftur í gjár fingu snellubátar, sum rógva út av Sandi, nógvan fisk. Einir sjey bátar - bæði glastrevjabátar við dekki og opnir føroyskir bátar - vóru á snelluútróðri á várleiðunum.

 

Sagt verður av Sandi, at bátarnir lógu úr umleið 1000 pundum og upp í eini 4.500 pund, og tað merkisverda er, at bara ein maður var við bátinum, sum hevði størstu nøgdina.

 

Tað var báturin Sniálvur við Bergi Olsen. Ein annar bátur hevði umleið 4000 pund, og síðan høvdu fleiri aðrir eisini væl av snellufiski. Bátarnir vóru á várleiðunum vestan fyri.

 

Fyri sandoyingar er tað so heppið, at Høj Flutningur hevur fasta koyring í Sandoynna og maðurin, sum koyrir bilin, býr á Sandi. Í gjárkvøldið fylti hann bilin við snellufiski.

 

Menn, sum vóru á bryggjuni á Sandi í gjárkvøldi, siga, at 27 kør vóru í Høj-bilinum, og tað merkir, at stívliga 16.000 pund av útróðrarfiski vóru á Sandi í gjár.

 

Fiskurin verður koydur norður til Havnar og fer inn á landingarmiðstøðini hjá Barðinum, har hann verður seldur um uppboðssøluna hjá Fiskamarknaði Føroya.

 

Hetta er ein óføra góður útróðrardagur, og ein líka so góður dagur varð gjørdur fyrr í vikuni, men tá vóru bátarnir ikki líka nógvir, tí alda var í sjónum.