Bátasmiðurin heima á Sandi hevur vitjan úr Danmark

Tað hugtekur meg almikið, at tann føroyski báturin er tann einasti í Norðanlondum, ið ikki bert er ein lutur á einum forngripasavni

Eli Hentze


Hetta sigur 22 ára gamli Bornholmarin Moses Løvstad, sum síðstu vikurnar hevur verið í starvslæru heima á Sandi hjá bátasmiðinum Jóan Peturi Clementsen. Vit skiftu orð við hann, meðan hann gevur Jóan Peturi eina hjálpandi hond. Nýggjur bátur er í gerð, og Moses fegnast um at vera mitt í rokanum.

Moses Løvstad er undir útbúgving niðri í Danmark. Útbúgvingin tekur 4 ár og skiftir millum skúlagongd í Helsingør, ið er einasti skúli fyri bátasmiðir í Danmark, og starvslæru. Moses er í læru hjá pápa sínum, ið hevur eitt verkstað á Bornholm. Fyri tað mesta eru tað umvælingar og tíverri sera sjáldan nýbyggingar, sum vit fáast við, sigur Moses. Feðgarnir arbeiða tó ikki bert á Bornholm, men koyra runt á Sælandi og eisini niðri í Týsklandi. Tað er sjálvsagt lættari hjá okkum at koma til viðskiftafólki, enn tað er hjá teimum at flyta bátin til Bornholm, sigur hann.

Moses og pápi hansara vóru í Føroyum í august mánaði og vitjaðu bátasmiðir. Eisini vitjaðu teir Jóan Petur Clementsen, og tá gjørdu teir av at hittast aftur nú í desember. Kennskapurin teirra millum er annars íkomin av tilvild. Marius Clementsen, pápi Jóan Petur, ið eisini er bátasmiður, bygdi í 50 árunum ein bát til Henriksen lækna, ið var danskari. Henriksen hevði bátin við sær aftur til Danmarkar. Men tá ið Henriksen doyði, og hvørki børnini ella abbabørnini høvdu áhuga í bátinum, bleiv hann standandi í einum neysti í mong ár. Henriksen familjan hevði eitt summarhús á Bornholm, og soleiðis bleiv tað, at pápi Moses keypti tann føroyska bátin hjá Henriksen, ið Marius hevði bygt.

Bornholmarin er sera glaður fyri tíðina saman við Jóan Peturi, og hann ivast onga løtu í at koma aftur. Mítt ynski er at vera við til smíða ein nýggjan bát frá byrjan til enda, sigur hann

-Tað sær ikki so trupult út, heldur tú, tá ið tú hyggur eftir tí føroyska bátinum, men tá ið tú so er komin í gongd, er alt ikki so lætt. Læruríkt hevur tað eisini verið at arbeitt við hondunum alla tíðina. Niðri arbeiða vit mest við maskinum, men hjá Jóan Peturi eri eg blivin dugnaligari við øksini og høvlinum o.s.fr.

Men hóast tíðin bæði hevur verið spennandi og lærurík, heldur hann jól á Bornholm. Men hvat nú um flúgvarin ikki flýgur? Tað man fara at ganga, sigur Moses við einum smíli og fortelur um ta ferðina hann og familjan hildu jól á einum flogvølli í Grønlandi. Tey skuldu eftir ætlan flúgva til Bornholm 22. desember, men sluppu ikki úr Grønlandi fyrr enn 31. desember.

Veðrið hevur ikki verið gott vikurnar Moses hevur vitjað, men hóast tað hevur hann upplivað nógv spennandi. Hann og Jóan Petur hava m.a. verið og skotið Álku, men hon smakkar ikki væl. Grind, ræst kjøt, turran fisk? Jú, tað smakkar væl, sigur hann og smírist.

Eg takki fyrikomandi danskaranum fyri prátið og fari. Á vegnum út heilsi eg eisini seyðahundinum Lætt, ið heldur til í kjallaranum, men hann er ikki so vinsamur, og serliga ikki, um tú ræðist goyggjandi hundar. Komin út í seinnapartsmyrkrið hugsi eg um, hví Lætt goyr so illa og er so áloypandi? Man hann vera verndareingilin hjá bátasmiðum? Man hann royna at minna okkum á, at bátasmíð er hondverk, ið føroyingar eiga at vera stoltir av, og ikki bert ein fornleivd, ið vitjandi kunnu eygleiða á forngripasøvnum? Helst er hetta lummafilosofi í vetrarmyrkrinum, men eg ræðist hann kortini.