Bíligari barnagarður á Sandi

Á seinasta bygdaráðsfundi heima á Sandi (myndin) var millum annað brúkaragjøldini í barnagarðinum komandi ár til viðgerð.

Kommunustýrið samtykti, eftir tilmæli frá leiðaranum í barnagarðinum, at lækka gjøldini fyri barnagarðspláss fulla tíð við 175 krónum um mánaðin.

Avgjørt varð somuleiðis, at lækka gjaldið fyri barnagarðspláss hálva tíð við 125 krónum um mánaðin.

- Kommunustýrið fegnast um at kunna veita barnafamiljum henda lættan, verður sagt av Sandi.