eisini atkvøða fyri Jens Marna. Fyri fyrstu ferð nakrantíð hava føroyingar í kvøld møguleikan at fáa tvey umboð úr Føroyum til Evropeiska Melodi Grand Prixið, sum verður í Oslo seinni í ár. Jens Marni Hansen [...] Við at senda tekstin ?sang 5? til 1212, kunnu føroyingar atkvøða fyri Jens Marna Hansen. Tað ber tíverri ikki til at atkvøða í kappingini í Íslandi. [...] Fyri lítlari løtu síðani framførdi Jens Marni Hansen fyri fyrstu ferð sangin ?Gloria? í danska Melodi Grand Prixinum, og eins og altíð vísti hann seg sum ein veruligan rokkara. Føroyingar kunnu eisini
Síðani var sjálv virðislønarhandanin fyri, og fyrst var tað M.A. Jacobsens virðisløn fyri fagrar bókmentir, ið Katrin Óttarsdóttir fekk. M.A. Jacobsens virðisløn fyri yrkisbókmentir fekk Poul Jespersen, [...] Turið Sigurðardóttir fekk M.A. Jacobsens virðisløn fyri mentanaravrik. Síani vóru tvær barnamentnarheiðurslønir handaðar, onnur til Rakel Helmsdal, og hin til Hilmar Joensen. Tað var borgarstjórin, Heðin Mortensen [...] Tórshavnar býráð hevur fyri løtu síðani handað M.A. Jacobsens virðirlønir fyri fagrar bókmentir, yrkisbókmentir og mentanaravrik. Harumframt eru eisini tvær barnamentanarheiðurslønir. Tað var Helena Dam
sunnan og landsynning, og førir til eitt rák, fyrst av landnyrðingi, seinni eystri og landsynning, av kaldari luft. Veðrið í dag Lot til andøvsgul av suðri og landsynningi, 2 til 7 m/s, sum um náttina frískar [...] upp í hvassanvind, 5 til 10 m/s. Skýggjað og stundum sirm og hitin um dagin um 6 stig, um náttina millum 3 og 6 stig. Í morgin Gul til stívt andøvsgul av suðri og landsynningi, 5 til 10 m/s, sum um kvøldið [...] frostmarkið og 4 hitastig, í støðum frost. Mikudagin Gul til stívt andøvsgul av eystri og landsynningi, 5 til 10 m/s, sum um náttina makar í lot til gul, undir 5 m/s. Fyrst turt, men seinni møguliga okkurt
Johannesen, løgmann, Gunnvør Balle, tingkvinnu fyri Tjóðveldi, Rodmundur Nielsen, tingmann fyri Fólkaflokkin, og Katrin Dam á Neystabø, aðalskrivara fyri Amnesty International í Føroyum kjakast. [...] hjá Óla Breckmann hesuferð. Í sendingini á Rás2 varð millum annað kjakast um hvørji krøv verða sett til Føroya sum flóttafólkaland og um vit sjálvi sleppa at velja hvørji, og hvussu nógv, flóttafólk, vit
hevur seinastu 8 árini leikt fyri Chelsea. Áðrenn tað leikti Ashley Cole fyri Arsenal. Harafturat hevur Ashley Cole leikt 107 dystir fyri enska landsliðið. Hann varð tó vrakaður til HM endaspælið í summar.
Føroyski landsliðsleikarin, Ásla Johannesen, sum seinastu árini hevur spælt fyri B36, flytir nú felag. Hon fer framyvir at spæla fyri Farum BK/FC Nordsjælland, sum spælir í Danmark. Farum BK/FC Nordjælland [...] talan um eitt ambitiøst felag, ið Ásla Johannesen flytir til. 21 ára gamla Ásla Johannesen, ið er miðvallari, spældi farna kappingarár 19 dystir fyri B36 og skeyt 11 mál.
sum skulu vera við til at lyfta samfelagið upp úr teirri ringastu kreppuni síðani 1930-árini. Meginparturin av pengunum fer til ymsar byggiverkætlanir, men ein partur skal forða fyri, at sjúkrasystrar, [...] missa arbeiðið. Í Umboðsmannatinginum fekk uppskotið 217 atkvøður fyri, meðan 212 atkvøddu ímóti. Eingin republikanari atkvøddi fyri, skrivar AP.
Strendur: Komandi sunnudag, ið er seinasta sunnudagur í kirkjuárinum, verður skipað fyri árliga kirkjufundinum fyri kirkjuráðslimir og kirkjutænarar í Eysturoynni. Í ár verður kirkjufundurin á Strondum [...] verður kl. 16 við eini almennari altargangsgudstænastu í Sjóvar kirkju, og sum er eitt gott apropos til dagsins evni. Eftir altargangsgudstænastuna hittast kirkjuráðslimir og kirkjutænarar í bygdarhúsinum [...] tey fara at tosa saman um ávís kirkjumál. Høvuðsevnið í ár verður, um altargongdin eisini skal vera fyri børn.
Føroya Ellisakfør skipar fyri einum túri til Vestmanna sunnudagin 18. mai. Møtt verður á Fjørðukrónni í Vestmanna kl. 14, har felagið bjóðar til kaffi og ábit. Síðan verður skipað fyri rundvísing av øllum [...] Poulsen frá SEV, sum kemur at standa fyri hesi rundvísing. Eirikur Ó. Simonsen, formaður í Føroya Ellisakførum, vónar, at so nógvir limir sum møguligt vera við til tiltakið sunnudagin.
møguligar keyparar fyri at kanna áhugan fyri at keypa partabrøv í føroyska flogfelagnum, sigur nevndarformaðurin, Christian Andreasen. Kaupthing Bank í Føroyum fyrireikar søluna fyri Vinnumálaráðið, og [...] Í næsta mánað verður ein triðingur av føroyska flogfelagnum lýst til sølu Ein triðingur av Atlantsflogi verður lýst til sølu seint í næsta mánað, og samstundis verður felagið skrásett á føroyska Virði