Føroya Ellisakfør skipar fyri einum túri til Vestmanna sunnudagin 18. mai. Møtt verður á Fjørðukrónni í Vestmanna kl. 14, har felagið bjóðar til kaffi og ábit.
Síðan verður skipað fyri rundvísing av øllum virkseminum hjá elfelagnum SEV í Vestmanna, bæði í bygdini og í fjøllunum. Tað verður Hjalmar Norðberg Poulsen frá SEV, sum kemur at standa fyri hesi rundvísing.
Eirikur Ó. Simonsen, formaður í Føroya Ellisakførum, vónar, at so nógvir limir sum møguligt vera við til tiltakið sunnudagin.