Ashley Cole til Italia

Fyrrverandi Chelsea leikarin, Ashley Cole, hevur nú tikið avgerð um, hvar hann fer at leika komandi kappingarár.

Gitingar hava leingi verið um framtíðina hjá fyrrverandi enska landsliðsleikaranum Ashley Cole, men nú er avgerð tikin. Ashley Cole skal komandi tvey kappingarárini leika við italska felagnum, AS Roma. AS Roma váttar í dag, at sáttmáli er gjørdur við Ashley Cole.

 

Ashley Cole hevur seinastu 8 árini leikt fyri Chelsea. Áðrenn tað leikti Ashley Cole fyri Arsenal. Harafturat hevur Ashley Cole leikt 107 dystir fyri enska landsliðið. Hann varð tó vrakaður til HM endaspælið í summar.