Ásla fer til Danmarkar at spæla

A-landsliðsleikarin, Ásla Johannesen, fer í ár at spæla í donskum fótbólti

Føroyski landsliðsleikarin, Ásla Johannesen, sum seinastu árini hevur spælt fyri B36, flytir nú felag. Hon fer framyvir at spæla fyri Farum BK/FC Nordsjælland, sum spælir í Danmark.

 

Farum BK/FC Nordjælland spælir dagliga í triðbestu donsku deildini, og felagið hevur seinastu árini raðfest kvinnusíðuna høgt. Tí er talan um eitt ambitiøst felag, ið Ásla Johannesen flytir til.

 

21 ára gamla Ásla Johannesen, ið er miðvallari, spældi farna kappingarár 19 dystir fyri B36 og skeyt 11 mál.