Í USA hevur Umboðsmannatingið samtykt ymisk arbeiðsskapandi tiltøk, sum eru mett at kosta 155 milliardir dollarar ella einar 775 milliardir krónur, og sum skulu vera við til at lyfta samfelagið upp úr teirri ringastu kreppuni síðani 1930-árini.
Meginparturin av pengunum fer til ymsar byggiverkætlanir, men ein partur skal forða fyri, at sjúkrasystrar, lærarar, løgreglufólk og onnur almenn starvsfólk missa arbeiðið.
Í Umboðsmannatinginum fekk uppskotið 217 atkvøður fyri, meðan 212 atkvøddu ímóti. Eingin republikanari atkvøddi fyri, skrivar AP.