Eitt sterkt hátrýst yvir norðurskandinavia gevur okkum eitt rák av lýggjari og slavnari luft av suðri og landsynningi. Seinni í vikuni fer hátrýstið í ein sunnan og landsynning, og førir til eitt rák, fyrst av landnyrðingi, seinni eystri og landsynning, av kaldari luft.
Veðrið í dag
Lot til andøvsgul av suðri og landsynningi, 2 til 7 m/s, sum um náttina frískar vindin í stívt andøvsgul upp í hvassanvind, 5 til 10 m/s. Skýggjað og stundum sirm og hitin um dagin um 6 stig, um náttina millum 3 og 6 stig.
Í morgin
Gul til stívt andøvsgul av suðri og landsynningi, 5 til 10 m/s, sum um kvøldið makar í lot til andøvsgul av eystri og landnyrðingi, 2 til 7 m/s. Skýggjað og stundum sirm, um náttina yvirhøvur turt og út á náttina klárar í. Hitin um dagin um 5 stig, um náttina millum frostmarkið og 5 hitastig, í støðum frost.
Týsdagin
Hann frískar vindin av landnyrðingi í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, sum um náttina lækkar í eystan og landnyrðing. Yvirhøvur turt og møguliga sólglottar. Hitin um dagin um 5 stig, um náttina millum frostmarkið og 4 hitastig, í støðum frost.
Mikudagin
Gul til stívt andøvsgul av eystri og landsynningi, 5 til 10 m/s, sum um náttina makar í lot til gul, undir 5 m/s. Fyrst turt, men seinni møguliga okkurt vátaslettings- ella kavaæl. Kortini onkrir sólglottar. Hitin um dagin millum frostmarkið og 4 hitastig, um náttina niður í 4 kuldastig til 2 hitastig.
Hósdagin
Hann øtlar vindin í lot til andøvsgul av eystri, 2 til 7 m/s, í støðum upp í stívt andøvsgul, um 10 m/s. Vátaslettings- ella kavaæl, men møguliga sólglottar. Hitin um dagin millum frostmarkið og 3 hitastig, um náttina millum 3 kuldastig og 2 hitastig.
Fríggjadagin
Hann frískar vindin í gul til stívt andøvsgul av eystri og landnyrðingi, 5 til 10 m/s, í støðum upp í strúk í vindi, um 13 m/s. Vátaslettings- ella kavaæl, men eisini møguliga onkrir sólglottar. Hitin um dagin um 4 stig, um náttina niður í 3 kuldastig til 2 hitastig.










