Fyri lítlari løtu síðani framførdi Jens Marni Hansen fyri fyrstu ferð sangin ?Gloria? í danska Melodi Grand Prixinum, og eins og altíð vísti hann seg sum ein veruligan rokkara. Føroyingar kunnu eisini atkvøða fyri Jens Marna. Fyri fyrstu ferð nakrantíð hava føroyingar í kvøld møguleikan at fáa tvey umboð úr Føroyum til Evropeiska Melodi Grand Prixið, sum verður í Oslo seinni í ár.
Jens Marni Hansen framførdi fyri løtu síðani sítt lag í Danmark, meðan Jógvan Hansen kappast í Íslandi, um at gerast umboð teirra í Melodi Grand Prixinum.
Føroyingar kunnu eisini gera sína ávirkan galdandi í kvøld. Við at senda tekstin ?sang 5? til 1212, kunnu føroyingar atkvøða fyri Jens Marna Hansen.
Tað ber tíverri ikki til at atkvøða í kappingini í Íslandi.