Nú verður triðingurin av Atlantsflogi lýst til sølu

Í næsta mánað verður ein triðingur av føroyska flogfelagnum lýst til sølu Ein triðingur av Atlantsflogi verður lýst til sølu seint í næsta mánað, og samstundis verður felagið skrásett á føroyska Virðisbrævamarknaðinum.

Allýsingin av felagnum er skrivað, og fundir hava verið við møguligar keyparar fyri at kanna áhugan fyri at keypa partabrøv í føroyska flogfelagnum, sigur nevndarformaðurin, Christian Andreasen.

Kaupthing Bank í Føroyum fyrireikar søluna fyri Vinnumálaráðið, og partabrøvini verða fyrst og fremst boðin út í Føroyum.