Flóttafólk vóru høvuðskjakevni í sendingini hjá Óla Breckmann hesuferð.
Í sendingini á Rás2 varð millum annað kjakast um hvørji krøv verða sett til Føroya sum flóttafólkaland og um vit sjálvi sleppa at velja hvørji, og hvussu nógv, flóttafólk, vit skulu taka ímóti.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, Gunnvør Balle, tingkvinnu fyri Tjóðveldi, Rodmundur Nielsen, tingmann fyri Fólkaflokkin, og Katrin Dam á Neystabø, aðalskrivara fyri Amnesty International í Føroyum kjakast. |