ikki, at ágangurin á heimavenjarin var minni av hesi orsøk. Momcilo Vukotic nýtti drúgva tíð at greiða frá, hvussu hann sá dystin, og tó at eingin rættiliga tóktist trúgva honum, so royndi hann at staðfesta [...] staðfesta, at hann var hampuliga væl nøgdur um dystin. - Fram eftir vøllinum haldi eg, at vit fyri tað nógva hava sera gott tak á, og vit skapa okkum eisini møguleikarnar, sum áttu at tryggja okkum sigurin [...] áðrenn lokalu blaðmenninir fóru undir at undirdíkja hann í spurningum á grikskum, sum útsendi blaðmaðurin tíverri ikki skilti, tó at tónalegan í hesum neyvan var at fara skeivur av.
Vestmanna heldur, at slíkir lúðrar eru ógvuliga hentir at hava, og hann heldur, at allar bygdir áttu at havt ein slíkan. Tá ið sløkkiliðið kom á staðið, har eldur var, kundu teir tó staðfesta, at onnur fólk har [...] ellivu sunnukvøldið, at alarmsentralurin fekk boð um, at eldur var í einum sethúsum, sum eru í gerð, inni á Leiti í Vestmanna. Tá ið alarmsentralurin skuldi brúka útkallingarskipanina at fáa fatur á sløkkiliðnum [...] eldini, og samstundis var sagt, at alarmsentralurin skuldi boða restini av sløkkiliðnum frá. Eg skundaði mær oman á støðina, og eg sá beinan vegin, at tað gekk ov seint at fáa fatur á monnum, tí tað vóru
møguliga bent á, at Riddarin aftur fer at gera um seg á Vestanstevnu. Umborð á Jarnbardi vóru tær ikki ovfarnar av, at tað hesa ferð eydnaðist teimum at vinna: - Vit høvdu ikki roknað við at vinna í Vági. [...] Sandavági. Um tað tá aftur fer at eydnast at fáa fult, verður møguleiki fyri, at tað, sum inntil á Jóansøku tóktist ómøguligt, fer at gerast til veruleika. Jarnbardur er um at vera við í kappingini um FM [...] vit nøsina eftir at gerast nummar trý. Vit høvdu ikki trappað niður, sum vit plaga at gera. Tí vóru vit ovfarnar av tí sigrinum. Hesa ferð vóru fyrireikingarnar góðar, og tað kendist væl at rógva, sigur ein
vit ikki at halda tørn, staðfestir Atli Danielsen. Eftir vónbrotið hildu teir í KÍ, at 1. hálvleikur hevði verið besta leikliga avrikið higartil í ár. - Trupullleikin er, at vit ikki megna at halda støðið [...] haldi, at tað gekk væl hjá okkum mesta partin av 1. hálvleiki, tá ið vit komu framum við tveimum málum. Var tað tilvitað, at tit lógu so aftarlaga í 2. hálvleiki? - Vit tosaðu í steðginum um, at teir fóru [...] fóru at leypa meiri á í 2. hálvleiki. Vit ætlaðu at sekta teir í snarálopum, men vit mistu heilt sambandið við teir fremstu, og tí varð tað meiri verjuspæl. Hvat var broytingin? - Bæði tað at vit duttu
til Danmarkar at landa, sigur Sámal, at tað snøgt sagt ikki var pláss í Fuglafirði, tí so nógvar svartkjaftalandingar vóru um hetta mundið. Eitt gott ár Reiðarin sigur, at eingin ivi er um, at leingjanin [...] sigur hann. Reiðarin fýlist tó á, at tað er rættiliga trongt á svartkjaftaleiðunum vestanfyri, tí talið av russarum er so stórt. - Eg haldi, at føroyskir myndugleikar áttu at sett eina avmarking í talinum [...] talinum av skipum. Hann sigur, at skipini taka nógv pláss, og stundum er rættiliga trongligt at royna. - Tað er eisini hent, at okkurt trolið er farið, sigur Sámal Jacobsen, reiðari.
tað var fínt at síggja hann fara í málið til 2-0 leiðslu. Undan ferðini til Fuglafirðar høvdu vit kanska verið nøgdir við ikki at tapa, men eftir dystarlok haldi eg, at tað var í lagi, at vit fingu øll [...] so nógv at siga til útvísingina. Eg sparkaði, eftir at dómarin hevði bríkslað. Kanska vóru vit irriteraðir inn á, at hann ikki hevði bríkslað, tá ið Bergur Midjord varð hildin. Ætlanin var at sparka bóltin [...] og tað hevur verið sagt, at onkur slóð meg, men eg varð ikki raktur, staðfestir Kenneth Jacobsen, sum rósar liðfeløgunum fyri, at teir megnaðu at halda tørn, hóast ÍF royndi at trýsta.
vinnuloysi. Í formansfrágreingini segði hon, at hetta hevur serliga gjørt seg galdandi í alivinnuni. Tað er heilt vanligt, at arbeiðsgevarar royna at sleppa sær undan at rinda løn í uppsagnartíðini. ? Vit hava [...] trekir at halda uppsagnartíðina, tá ið arbeiðsfólk verða søgd úr starvi. Á aðalfundinum í Føroya Arbeiðarafelag hósdagin, segði forkvinnan, Ingeborg Vinther, at tað er ein stórur trupulleiki, at arbeiðsgevarar [...] við tógvið stríð. Hon sigur, at tað er verri hjá teimum ið ikki siga feløgunum frá, men lata sær lynda at verða snýtt fyri eitt nú uppsagnartíð. ? Tíverri tykist tað so, at beinan vegin, vit hava vaksandi
eingin onnur kommuna er áhuga í, fyri ikki at missa makt. Hann hevur sagt, at tað er betur at fara til Danmarkar at arbeiða, enn at fara norður um Hovs egg at arbeiða og vísur tað óviljan ímóti norðaru [...] taka undir við, at ein skúladepil skal byggjast í Vági og ellisheim á Tvøroyri. At ein meiriluti av 16 býráðslimum taka undir við hesari loysn, sum er vánalig, er ikki tað sama sum, at ein meiriluti av [...] er tað, tá ið borgarstjórin á Tvøroyri sigur í útvarpinum, at løgmaður ikki heldur orð, tí tað má væl verða tað sama, sum at hann sigur, at landsins leiðari lýgur og tað kann eingin liva við. Hvør skapar
eftir at hann saman við liðfeløgunum hevði syrgt fyri, at heldur ikki B36 fekk nakað við sær av Skála. Meira enn nakað annað, so undirstrikaði sigurin helst, at tað hevur einki við tilvild at gera, at Skála [...] ikki, at talan er um tilvild. Vit hava eitt gott lið, og nú er so spurningurin, hvørt vit duga at liggja í oddinum. Tað eru vit fleiri, sum hava roynt í hondbóltinum, men hetta er so fyrsta ferð, at støðan [...] Tað er tað sjálvandi. Tað er ikki soleiðis, at vit ikki hava respekt fyri mótstøðuni, men nú dugi vit at brúka hesa respektina til okkara fyrimun, heldur enn at vera bangnir. Vit trúgva upp á tað, tá vit
Fram til hálvan december fer at bera til at ferðast við stórum avslátti við flogførunum hjá Atlantsflogi. Kent Christensen, sølustjóri hjá Atlantsflogi sigur, at felagið fer at gera vikuskiftisferðir til [...] lagt omaná. Fyrr hevur tað verið soleiðis við slíkum tilboðsferðum, at kravt hevur verið, at í minsta lagi tvey fólk ferðast saman fyri at fáa avsláttur. Men hetta krav er ikki galdandi fyri tey tilboðini [...] bjóðar viðskiftafólki sínum. Tað ber longu nú til at keypa ferðaseðlar til hesar tilboðsferðirnar á øllum vanligum sølustøðum, umframt at til ber sjálvur at avgreiða ferðaseðlarnar á netbooking á heimaíðuni