aki@sosialurin.fo
? Arbeiðsgevarar eru ógvuliga trekir at halda uppsagnartíðina, tá ið arbeiðsfólk verða søgd úr starvi.
Á aðalfundinum í Føroya Arbeiðarafelag hósdagin, segði forkvinnan, Ingeborg Vinther, at tað er ein stórur trupulleiki, at arbeiðsgevarar ikki halda uppsagnartíðina, tá ið arbeiðsfólk verða søgd úr starvi vegna vinnuloysi.
Í formansfrágreingini segði hon, at hetta hevur serliga gjørt seg galdandi í alivinnuni.
Tað er heilt vanligt, at arbeiðsgevarar royna at sleppa sær undan at rinda løn í uppsagnartíðini.
? Vit hava havt nógv mál, har vit hava verið eftir virkjum, ið ikki hava hildið sáttmálan og uppsagnartíðina, segði Ingeborg Vinther.
Hon legði afturat, at í øllum málum, har limir hava vent sær til fakfeløgini við klagum um, at teir hava verið fyri órætti í sambandi við uppsøgnini hava tey fingið hetta í rættlag, so limurin hevur fingið tað, hann eigur.
? Men tað hevur ofta verið við tógvið stríð.
Hon sigur, at tað er verri hjá teimum ið ikki siga feløgunum frá, men lata sær lynda at verða snýtt fyri eitt nú uppsagnartíð.
? Tíverri tykist tað so, at beinan vegin, vit hava vaksandi arbeiðsloysi, eru tað nakrar virkisleiðslur, ið gera sær dælt av hesum og halda seg kunna fara við starvsfólkinum,
sum teimum tykir best.
Forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag sigur, at oftani siga fólk ikki fakfeløgunum frá, tá ið tey eru fyri órætti, tí ræðast at missa arbeiðið.
? Tí er umráðandi, at bæði álitisfólk og fakfeløgini fylgja væl við og gera vart við seg, so vit fáa steðgað slíkum óskili.










