Tað var beint eftir klokkan ellivu sunnukvøldið, at alarmsentralurin fekk boð um, at eldur var í einum sethúsum, sum eru í gerð, inni á Leiti í Vestmanna. Tá ið alarmsentralurin skuldi brúka útkallingarskipanina at fáa fatur á sløkkiliðnum í Vestmanna, riggaði skipanin ikki, og tí var neyðugt at boða frá manuelt.
Lúðurin kom væl við
Símin Simonsen, sløkkiliðsleiðari í Vestmanna, sigur, at hann sum tann fyrsti fekk boðini frá alarmsentralinum.
- Eg fekk boðini um eldini, og samstundis var sagt, at alarmsentralurin skuldi boða restini av sløkkiliðnum frá. Eg skundaði mær oman á støðina, og eg sá beinan vegin, at tað gekk ov seint at fáa fatur á monnum, tí tað vóru bert nakrir heilt fáir aðrir mans. Tí valdi eg tendra brandlúðurin, sum hoyrist um alla bygdina, og skjótt vóru 16 mans møttir, greiðir Símin Simonsen frá. Sløkkiliðsleiðarin í Vestmanna heldur, at slíkir lúðrar eru ógvuliga hentir at hava, og hann heldur, at allar bygdir áttu at havt ein slíkan.
Tá ið sløkkiliðið kom á staðið, har eldur var, kundu teir tó staðfesta, at onnur fólk har um leiðir høvdu verið skjótari enn teir á staðnum, og tey høvdu við vatni sløkt eldin.
Kyknaði í ketlinum
Eldurin í nýggju sethúsinum inni á Leiti kyknaði í ketlinum í oljufýringini. Símin Simonsen greiðir frá, at tað brendi út ígjøgnum, og síðani festi tað í tagskeggið og fór nakað inn eftir loftinum.
- Nakrar sperrur eru brendar, men húsini eru ikki smíðað liðug innan. Eigarin er byrjaður at innrætta húsini, men tað arbeiðið er ikki liðugt, greiðir Símin Simonsen frá.










