Svartkjaftur
Saman við øðrum føroyskum og útlendskum svartkjaftaskipum, er Krúnborg aftur til fiskiskap vestanfyri Føroyar. Men báðar túrarnar undan hesum, seldi Krúnborg í Skagen.
Sámal Jacobsen, reiðari, sigur, at hetta vóru tveir rættiliga góðir túrar.
- Veiðan hvønn túrin vá sløk 3.000 tons, og prísurin var 68 oyru fyri kilo. Um somu tíð, var prísurin á svartkjafti á Havsbrún 50 oyru fyri kilo. Haraftrat kemur, at oljan í Danmark er eini 25-30 oyru bíligari fyri liturin enn í Føroyum. So, samanlagt vóru hetta tveir rættiliga góðir túrar, sigur hann.
Um orsøkina til, at Krúnborg fór niður til Danmarkar at landa, sigur Sámal, at tað snøgt sagt ikki var pláss í Fuglafirði, tí so nógvar svartkjaftalandingar vóru um hetta mundið.
Eitt gott ár
Reiðarin sigur, at eingin ivi er um, at leingjanin av skipinum hevur verið ein góð íløga fyri reiðaríið.
- Eg haldi, at hetta árið higartil hevur verið hitt besta hjá Krúnborg nakrantíð, sigur hann.
Sámal væntar, at árið higartil eisini hevur verið tað besta hjá hinum svartkjaftatrolarunum í flotanum.
- Skipini eru størri og effektivari, og fiskiskapurin higartil í ár hevur vignast væl, sigur hann.
Reiðarin fýlist tó á, at tað er rættiliga trongt á svartkjaftaleiðunum vestanfyri, tí talið av russarum er so stórt.
- Eg haldi, at føroyskir myndugleikar áttu at sett eina avmarking í talinum av skipum.
Hann sigur, at skipini taka nógv pláss, og stundum er rættiliga trongligt at royna.
- Tað er eisini hent, at okkurt trolið er farið, sigur Sámal Jacobsen, reiðari.










