Líttillátin venjari

Tað var ikki frítt, at cypriotiski venjarin kendi seg kroystan á tíðindafundinum eftir dystin

Nicosia, Cypros: Hóast talið av fjølmiðlafólkum ikki var so stórt, sum tað so ofta hevur verið, tá føroyska landsliðið roynir seg á útivølli, so merkti tað ikki, at ágangurin á heimavenjarin var minni av hesi orsøk.
Momcilo Vukotic nýtti drúgva tíð at greiða frá, hvussu hann sá dystin, og tó at eingin rættiliga tóktist trúgva honum, so royndi hann at staðfesta, at hann var hampuliga væl nøgdur um dystin.
- Fram eftir vøllinum haldi eg, at vit fyri tað nógva hava sera gott tak á, og vit skapa okkum eisini møguleikarnar, sum áttu at tryggja okkum sigurin, men tað var so ikki nóg mikið. Serliga tí vit ikki vóru nóg væl skipaðir í verjupartinum, og tí vit fyri steðgin í ov stóran mun tóku okkum av løttum.
- Hetta er eisini fyrsta ferðin, at vit spæla uttan sweepara í verjuni, og yvir høvur vóru nakrar broytingar á liðnum, sum fyrst skuldu koyrast inn.

Viljin á muni
Einastu negativu orðini, sum venjarin sjálvur segði um liðið hjá sær, var, at teir fyri steðgin tóktust ov likasælir, men samstundis rósti hann sínum monnum fyri avrikið eftir steðgin.
- Tá prógvaððu vit veruliga, at vit vildu vinna dystin, og sjálvt um tað sjálvandi er keðiligt, at tað ikki eydnaðist, so er eitt stig betri enn einki. Tí eg haldi, at tað vildi verið ræðuliga keðiligt hjá okkum, um vit einki fingu burturúr, staðfesti Vukotic, áðrenn lokalu blaðmenninir fóru undir at undirdíkja hann í spurningum á grikskum, sum útsendi blaðmaðurin tíverri ikki skilti, tó at tónalegan í hesum neyvan var at fara skeivur av.