Alt er aftur vorðið, sum tað plagar at vera. Jarnbardur við kvinnum vinnur hvørja ferð. Jarnbardur var fremstur í Vági, og Jarnbardur var fremstur í Vestmanna.
Jarnbardur stakk seg framum hinar beinanvegin, og so gjørdist munurin stóran part av teininum størri. Eina løtu var hann eina bátslongd. Men í endaspurtinum bjóðaði Riddarin orduliga av. Munurin minkaði, men Riddarin megnaði kortini ikki at hótta Jarnbard, sum á málinum var meiri enn hálva bátslongd.
Tær umborð á Riddaranum vunnu á Norðoyastevnu og aftur á Eystanstevnu. Hinar ferðirnar hava tær verið næstfremstar. Avrikið hesa ferð var - sammett við tað hjá Jarnbardi á sama støði. Endaspurturin var kanska betri, og tað kundi møguliga bent á, at Riddarin aftur fer at gera um seg á Vestanstevnu.
Umborð á Jarnbardi vóru tær ikki ovfarnar av, at tað hesa ferð eydnaðist teimum at vinna:
- Vit høvdu ikki roknað við at vinna í Vági. Tá settu vit nøsina eftir at gerast nummar trý. Vit høvdu ikki trappað niður, sum vit plaga at gera. Tí vóru vit ovfarnar av tí sigrinum. Hesa ferð vóru fyrireikingarnar góðar, og tað kendist væl at rógva, sigur ein av royndu rógvarunum umborð á Jarnbardi, Brynhild Klein.
Hvussu tað verður við FM heitinum siga tær umborð á Jarnbardi seg ikki hugsa so nógv um enn. Nú hava tær fokus á leygardegnum og kappróðrinum á Sandavági. Um tað tá aftur fer at eydnast at fáa fult, verður møguleiki fyri, at tað, sum inntil á Jóansøku tóktist ómøguligt, fer at gerast til veruleika. Jarnbardur er um at vera við í kappingini um FM.