Finnleif Guttesen
Borgarstjórin á Tvøroyri er í øðini, tí hann sigur, at løgmaður heldur ikki orð og fyrrverandi borgarstjórin í Vági bjóðar av til borgarakríggj í Suðuroynni.
Tað er tað reina møsn, tá borgarstjórin á Tvøroyri sigur, at ein meiriluti av suðuroyingum taka undir við, at ein skúladepil skal byggjast í Vági og ellisheim á Tvøroyri.
At ein meiriluti av 16 býráðslimum taka undir við hesari loysn, sum er vánalig, er ikki tað sama sum, at ein meiriluti av 5000 suðuroyingum taka undir við hesum og er tað tí ein pástandur uttan hald ið veruleikanum.
Løgmaður orðloysingur.
Meira hættisligt er tað, tá ið borgarstjórin á Tvøroyri sigur í útvarpinum, at løgmaður ikki heldur orð, tí tað má væl verða tað sama, sum at hann sigur, at landsins leiðari lýgur og tað kann eingin liva við.
Hvør skapar krígsstøðu.
Um tað er nakar sum setur ilt millum grannar í Suðuroy má tað verða fyrrverandi borgarstjórin í Vági. Hann hevur tvíhildið um tvær kommunur í Suðuroy, sum eingin onnur kommuna er áhuga í, fyri ikki at missa makt. Hann hevur sagt, at tað er betur at fara til Danmarkar at arbeiða, enn at fara norður um Hovs egg at arbeiða og vísur tað óviljan ímóti norðaru helvt av Suðuroynni
Og nú hóttar hann við borgarakríggi í Suðuroy, tí tveir landsstýrismenn hava dirvið og rygg til at taka eina skilagóða avgerð, sum gagnar heildini í Suðuroy og ikki einkultum býráðslimum og borgarstjóra.
PS.
Er tað hesir politikararnir, býráðslimir á Tvøroyri og í Vági lata seg stýra av?