Atlantsflog breiðir veingirnar

Heystið er hendingarík tíð. Eisini í luftini, har Atlantsflog borðreiðir við nýggjum tiboðum hetta fram til hálvan december

Fram til hálvan december fer at bera til at ferðast við stórum avslátti við flogførunum hjá Atlantsflogi.
Kent Christensen, sølustjóri hjá Atlantsflogi sigur, at felagið fer at gera vikuskiftisferðir til Keypmannahavnar, og eisini at selja serligar APEX ferðaseðlar til Danmarkar.
Eisini Aberdeen er á skránni fyri ferðatilboðini. Altantsflog bjóðar nú í heyst.
Frá 23. oktober fram til 8. december fer Atlantsflog at bjóða vikuskiftisferðir til Keypmannahavnar fyri 1.995,- krónur umframt avgreiðslugjaldið, sum vanliga verður roknað til 220,- krónur. Tó tekur Atlantsflog 100,- krónur frá teimum, sum keypa ferðaseðlar á internetinum. Á hesum vikuskiftisferðunum verður eisini barnafrádráttur latin, sigur Kent Christensen.
Hitt tilboðið til Keypmannahavnar er ein serligur APEX ferðaseðil fyri 2.460,- krónur, har eisini barnafrádráttur verður latin. Eisini er er galdandi, at avgreiðslugjaldið verður lagt afturat. Hetta tilboðið ber til at brúka frá 20. oktober til 12. december.
Eisini Aberdeen hevur fingið serligt pláss í tilboðspakkanum hjá Atlantsflogi í heyst.
Bíligar vikuskiftisferðir eru at fáa til Aberdeen frá 23. oktober fram til 15. december. Hesir ferðaseðlar kosta 1.479,- krónur við øllum írokaðum, sigur sølustjórin hjá Atlantsflogi. Og tá verður so einki avgreislugjald lagt omaná.
Fyrr hevur tað verið soleiðis við slíkum tilboðsferðum, at kravt hevur verið, at í minsta lagi tvey fólk ferðast saman fyri at fáa avsláttur. Men hetta krav er ikki galdandi fyri tey tilboðini, Atlantsflog nú bjóðar viðskiftafólki sínum.
Tað ber longu nú til at keypa ferðaseðlar til hesar tilboðsferðirnar á øllum vanligum sølustøðum, umframt at til ber sjálvur at avgreiða ferðaseðlarnar á netbooking á heimaíðuni hjá Atlantsflogi á internetinum.