Kenna sítt virði

Sjálvir tykjast leikararnir hjá Skála ikki í iva um,at teir hava evnini til at standa seg í kappingini

Fótbóltsprát

Lagið var í topp, tá vit eftir dystin fingu orðið á Alexandur Johansen, eftir at hann saman við liðfeløgunum hevði syrgt fyri, at heldur ikki B36 fekk nakað við sær av Skála.
Meira enn nakað annað, so undirstrikaði sigurin helst, at tað hevur einki við tilvild at gera, at Skála er á odda í deildini, og tað tóktist heldur ikki, sum um leikararnir á nakran hátt krógva seg aftan fyri hetta.
- Eg haldi als ikki, at talan er um tilvild. Vit hava eitt gott lið, og nú er so spurningurin, hvørt vit duga at liggja í oddinum. Tað eru vit fleiri, sum hava roynt í hondbóltinum, men hetta er so fyrsta ferð, at støðan er soleiðis í fótbóltinum.
Men er tað ikki ein fyrimunur, at fleiri av tykkum eru vanir við slíkar støður úr hondbóltinum?
- Tað burdi tað verið. Men yvirhøvur, so haldi eg, at allir á liðnum hava rætta hugburðin. Talan er um vinnarar, sum ikki góðtaka at tapa.

Virðingin minkað
Í mun til dystir, sum liðið hevur leikt móti »stóru« feløgunum seinnu árini, so tóktist ein munur vera, at Skála ikki á nakran hátt helt seg aftur.
Og tá vit spurdu Alexandur, hvørt hetta er ein avleiðing av góðu úrslitunum higartil, var hann ivaleyst.
- Tað er tað sjálvandi. Tað er ikki soleiðis, at vit ikki hava respekt fyri mótstøðuni, men nú dugi vit at brúka hesa respektina til okkara fyrimun, heldur enn at vera bangnir. Vit trúgva upp á tað, tá vit fara á vøllin, og higartil hevur tað so rigga, sigur hann enda.