sparingar eru funnar á frítíðarskúlanum. Súsanna Lydersen, sum umboðar foreldrini í frítíðarskúlanum Sodnhúsið, fegnast um, at Klaksvíkar kommuna hevur broytt hugsan um at flyta frítíðarskúlan. - Vit vilja [...] hevur nú funnið sparingar, sum kunnu forða fyri, at frítíðarskúlin verður fluttur. Klaksvíkar kommuna hevði annars tikið avgerð um at flyta frítíðarskúlan úr leigaðum hølum í Bøgøtu og í Virkishúsið á Kl [...] frá fótbóltsvølli, svimjihøll, skúla og ítróttarhøll. Í farnu viku mótmæltu foreldur avgerðini, og nú hevur Klaksvíkar kommuna broytt hugsan, og frítíðarskúlin verður verðandi í Bøgøtu. Meirilutin í Klaksvikar
av aliloyvunum í Føroyum. Tað markið ætlar Johan Dahl sær nú at hækka upp í 50%. Í løtuni eru seks alarar í Føroyum, men í framtíðina ber tað -á pappírinum í hvussu so er- til at leggja alla alingina saman [...] Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, fer nú at leggja uppskot fyri Løgtingið, sum fer at gera tað møguligt at leggja fleiri alibrúk saman Í framtíðini verða tað kanska ikki fleiri enn tveir alarar [...] einum uppskotið, sum Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, fer at leggja fyri Løgtingið í næstum. Á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum í morgun boðaði hann frá, at hann ætlar at broyta alilógina, serliga
eitt nýbrot fyri føroyskt vinnulív, tá ið vit fáa eitt føroyskt farmaflogfar at flyta farm úr Føroyum. Tað sigur Birgir Nielsen, stjóri í felagnum, FarCargo, sum nú hevur keypt eitt farmaflogfar til Føroyar [...] kanska í Danmark, á veg til Føroyar, so har liggur væl fyri at fáa farm við aftur til Føroyar. Og hann heldur, at hetta fer at geva føroyska vinnulívinum heilt aðrar møguleikar. Eitt nú skuldi hetta givið [...] nýggjan marknað. Hinvegin ásannar hann, at hesa seinastu tíðina eru prísirnir fyri at flyta farm úr USA til Evropa, næstan trífaldaðir. Trýst á pílin undir myndini og hoyr Birgir Nielsen greiða frá
klassiska tónleikin hava betri gróðarbotn nú, enn hann kanska nakrantíð hevur havt fyrr í Føroyum. Tað hava ongantíð gingið so nógvir næmingar á Musikkskúlanum sum nú, og vit hava øll sæð og hoyrt, at góðskan [...] hevur verið vertur á í Kringvarpi Føroya seinastu mongu árini. Góður gróðrarbotnur Ove var rættiliga ovfarin av heiðurinum, men fegnast um, at hetta samstundis er prógv um, at tað eisini eru onnur, sum virðismeta
Hetta er ein tung prosess, sum tekur langa tíð. Um vit eru heppin, so tekur tað fimm mánaðir, men ein má rokna við einum hálvum ári, sigur Jan Christiansen. Nú verður eisini arbeitt við at fáa loyst trupulleikan [...] evndini, har tað var góðkent at broyta serstøku byggisamtyktina. Nú skal málið fyrst góðkennast í býráðnum, har tað verður lagt fram á býráðsfundi í morgin, sigur Jan Christiansen, borgarstjóri. Eftir [...] hon liggja alment frammi í tríggjar mánaðir, har ein og hvør, sum hevur hug til tess, kann fara oman á býráðið at síggja tekningar og gera møguligar viðmerkingar ella mótmæli til byggingina. Síðani verður
etast og forteljast, vit skuldu eisini hoyggja fyri Kitty mostur. Veðrið var einki serligt, so vit sluppu ofta undan; men vit høvdu sett okkum fyri, at vit vildu fremja hetta. Vit vóru herviligir at arga [...] slíkan ótta á sær og visti við sær sjálvari, at okkurt var áfatt hjá honum. Foreldrini løgdu seg á knæ og bóðu fyri soninum. Nakað seinni sendi Dion teimum fjarrit, sum segði, at eldur var komin í skipið [...] Dagurin byrjaði við látri, egg og bacon. Vit høvdu drúgvar og góðar samrøður um familju, átrúnað, politikk, søgu og samfelagsviðurskifti. Vit fóru seint til songar, tí vit høvdu so ómetaliga nógv at tosa um
sigur Jógvan á Lakjuni. Hann vísir á, at tað er nógv hent tey síðstu árini við útskeinkingarstøðum á hvørjum horni. - Tí krevst ein nógv djúpari viðgerð av øllum málinum og nøkur tøl á borðið, áðrenn [...] talan um eitt andstøðu uppskot, sum oftast eru paraduuppskot, ið ikki hava grundfesti í einari djúprari kjaki, sigur Jógvan á Lakjuni. Hann sigur, at teir eru í einari samgongu, ið hevur avtalað, hvat arbeiðast [...] arbeiðast skal við. - Verður tikið undir við einum andstøðu uppskoti, vita vit ikki, hvar vit enda. Tað er jú á so ómetaliga nógvum økjum, at fólk kundu lagt uppskot fram, sum meiriluti kanska er fyri
oljumálningur. Vit síggja seks figurar. Vit síggja ein reyðan figur kúga og standa á einum neyðarsligum hjálparleysum grønum grulvandi figuri. Reyði figururin heldur tí grøna í einum bandi, akkurát sum á einum [...] helvitis á Dómadegi, so eru tað kapitalistarnir og facistarnir, men eg skal ikki vera dómari tíbetur, og eg ynski ikki eitt ævigt helviti fyri nakran. Aftanfyri figurarnar á hesi myndini síggja vit eitt svart [...] eitur Sitandi kvinna frá 1957. Formarnir á hesi naknu kvinnuni eru vanskeplaðir og yvirdramatiseraðir fyri at fáa eina størri kraft og styrki fram. Andlitsbráið á hesi kvinnu er bæði dapurt og kraftfult
almenna, ella á annan hátt órógva føroyska búskapin skeiva vegin. Ein greiður skilnaður eigur at verða millum alment og privat, og nú tann føroyski Virðisbrævamarknaðurin er settur á stovn, eiga vit at byrja [...] tjóð. Sjálvstýrisrørslan eigur soleiðis sín stóra leiklut í, at vit í dag tosa føroyskt í bæði skúla og kirkju, og at vit kunnu vinda Merkið á stong. Tað at skapa góðar karmar fyri einum fjølbroyttum og ríkum [...] tann stóri búskaparligi vøksturin, sum hevur verið í Føroyum tey seinastu árini, nú hevur lagt seg, og greið tekin eru um, at tey komandi árini koma at verða slakari búskaparliga sum heild, so veit Føroya
Havn hesuferð, eru tískil ikki serliga góð, tí nýggju valevnini eru ikki eins kend og Katrin Dahl, Lisbeth Petersen og aðrar. - Valevnini vístu á fundinum, at tær eru dugnaligar, leggja dent á at gera eitt [...] líkt er til at tær sleppa, sum støðan er nú, tí tær eru so ókendar, sigur Bergtóra Hanusardóttir. - Trupulleikin er, hvussu vit fáa kvinnur valdar, tá tær, sum eru valdar fyrr, ikki stilla uppaftur. Man [...] m er. - Tað eru nøkur ting, sum kvinnur raðfesta hægri enn menn, og tað verður ikki umboðandi sum demokrati, um ikki báðir partar eru umboðaðir, sigur Bergtóra. Eingin kvinnulisti Í ár eru 22 kvinnulig