Spennandi avbjóðingar fyri framman

Hóast tann stóri búskaparligi vøksturin, sum hevur verið í Føroyum tey seinastu árini, nú hevur lagt seg, og greið tekin eru um, at tey komandi árini koma at verða slakari búskaparliga sum heild, so veit Føroya fólk, at lítil nytta er í at seta seg niður og stúra fyri tíðini sum kemur. Umráðandi er við skynsemi og treystleika at taka ímóti teimum spennandi avbjóðingum, ið eru fyri framman.

Sjálvstýri
Sjálvstýrisflokkurin var ein at teimum trimum heimastýrisflokkunum, sum 1. apríl í 1948 var við til at geva føroyingum Heimastýrislógina, og hevur síðani innan hesar karmar havt sum stevnu at virka fram ímóti einum sjálvbjargnum Føroyum. Sjálvstýrisflokkurin er ikki ein loysingarflokkur, har loysing í sær sjálvum er endamálið. Loysing í sær sjálvum er at meta sum eitt skralltómt hugtak - eitt fullveldishugtak uttan innihald.

Tað er fyrst og fremst mentunarliga Sjálvstýrisflokkurin hevur stríðst fyri Føroyum sum serstakari tjóð. Sjálvstýrisrørslan eigur soleiðis sín stóra leiklut í, at vit í dag tosa føroyskt í bæði skúla og kirkju, og at vit kunnu vinda Merkið á stong. Tað at skapa góðar karmar fyri einum fjølbroyttum og ríkum føroyskum mentunarlívi, tað verði seg andaliga sum tímiliga, innan bókmentir, list, tónleik, ítrótt, náttúru, samkomur, felagsskapir, v.m. hevur sjálvstýrisflokkurin altíð sæð sum ein av hornasteinunum, tá tað snýr seg um at menna føroyska fólkaræði.

Menniskjalig vælferð er annað enn ein spurningur um búskap
Ásannandi at menniskjalig vælferð er annað enn ein spurningur um búskap, sær Sjálvstýrisflokkurin tað sum eina stóra avbjóðing, framhaldandi at betra og økja um vitanina og tilvitanina hjá okkum øllum. Hetta er ein av fyritreytunum fyri einum mennandi og uppbyggjandi samskifti og kjaki, ið eigur at eyðkenna eitt nútímans vælferðarsamfelag. Ein framhaldandi menning av okkara læru- og útbúgvingarskipanum er ein sjálvsagdur partur í hesum sambandi, eins og almennu loftmiðlar okkara, Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya, eiga at fáa ein nógv størri og virknari leiklut í hesi menningini.

Hóast ábreiðslurnar mangan hava verið harðar móti Sjálvstýrisflokkinum, tá hesin hevur hildið fast við tað hóvligu sjálvstýristilgongdina, vísa meiningakanningar, at flestu føroyingar meira ella minni taka undir við, at yvirtøkur bert eiga at verða framdar stig fyri stig so hvørt haldgott grundarlag er fyri hesum.

Einskiljingar afturrinda okkara uttanlandsskuld
Heldur enn tey komandi árini at miða fram ímóti fleiri yvirtøkum, eigur at verða roynt at minka um uttanlandsskuld okkara, og harvið sleppa av við tær hundraðtalsmilliónir rentuútreiðslur á fíggjarlógini, sum árliga tyngja um okkara búskaparliga frælsi.

Ein av avleiðingunum av tí stóru búskaparkreppuni í nítiárunum varð, at tað almenna gjøgnum grunnar yvirtók stóran part av tí privata virkseminum, ið ikki megnaði at hóra undan. Nevnast kann Føroya Banki, Føroya Fiskavirking, Faroe Seafood og JFK-trol. Talan er her um fyritøkur, ið breið semja er um eiga at verða riknar av tí privata og stýrdar av teimum fríu marknaðarkreftununum og ikki tí almenna. Tað almenna, tað vil siga landið vegna okkum øll somul, átekur sær ein stóran váða og hevur stór kapitalvirði bundin í hesum fyritøkum. Einskiljing av hesum fyritøkum, saman við fyritøkum sum Føroya Tele, Atlantsflog, v.fl. vildi frígivið hesi kapitalvirði.

Kapitalurin sum fæst til vega frá einskiljingum eigur at vera nýttur til at niðurgjalda uttanlandsskuld okkara, og harvið minka munandi um rentuútreiðslur landskassans.

Greiður skilnaður millum alment og privat
Rættast er at taka avgerð um hvar kapitalurin sum fæst til vega frá einskiljingum verður placeraður, áðrenn byrjað verður at einskilja, soleiðis at møguligar einskiljingar ikki økja rakstrarútreiðslurnar hjá tí almenna, ella á annan hátt órógva føroyska búskapin skeiva vegin.

Ein greiður skilnaður eigur at verða millum alment og privat, og nú tann føroyski Virðisbrævamarknaðurin er settur á stovn, eiga vit at byrja uppá at einskilja tær vinnuligu fyritøkurnar hjá landinum.

Neyðugt er at fara fram við skynsemi, og vil ein vælvirkandi føroyskur virðisbrævamarknaður verða við til at tryggja neyðuga gjøgnumskygnið, og at vit øll somul fáa nóg mikið fyri tær vinnuligu fyritøkurnar hjá landinum.

Val í úrtíð
Tað, at útskriva val í úrtíð, verður vónandi ikki nakað, sum vit skulu til at venja okkum við. Hesaferð kom fráboðanin um nýval kortini ikki heilt óvæntað. Harmiligt er, at okkara kosnu menn og kvinnur fara so illa við hvørjum øðrum, at ongin annar útvegur er, enn at fáa eina nýggja byrjan.

At løgtingsval so brádliga varð útskrivað, nú jól er í hondum, eigur kortini ikki at órógva okkum um høgtíðina. Jólini er gleðishøgtíðin, ið savnar okkum øll somul, ætt vinir og kenningar, og vil eg enda við at ynskja tykkum øllum eini gleðilig jól.