Veljið kvinnur

Bergtóra Hanusardóttir, forkvinna í Kvinnufelagnum, segði á kvinnupolitiska fundinum fríggjakvøldið, at tað, sum valevnini førdu fram, ljóðar fínt og gott, men trupulleikin er bara, at alt ov fáar koma inn í býráðið

Kvinnufelagið skipaði fríggjadagin fyri kvinnupolitiskum fundi á gamla Meiarínum. Kvinnulig valevni úr øllum flokkunum vóru við á pallborðsfundinum. Slagorðið til hetta býráðsvalið er: Veljið Kvinnur! Kvinnur duga! Kvinnur tora! Veljið Kvinnur!


Kanónirnar ikki við

Við seinasta val vórðu bara tríggjar kvinnur valdar inn í býráðið. Bert tann eina av teimum hevur valt at bjóða seg fram enn einaferð. Elin Lindenskov er framvegis valevni, eftir at hon varð vald í 1992. Hvørki fyrrverandi borgarstjórin, Lisbeth Petersen, ella Katrin Dahl stilla uppaftur til hetta býráðsvalið.

Lisbeth Petersen hevur verið í býráðnum síðan 1984, og er hon tann kvinnan, sum hevur sitið longst í býráðnum, harav fýra ár sum borgarstjóri. Lisbeth er í løtuni løgtingslimur fyri Sambandsflokkin. Katrin Dahl hevur verið býráðslimur síðan 1988 fyri Fólkaflokkin, men hon velur heldur ikki at stilla uppaftur.

Útlitini, fyri at fleiri kvinnur verða valdar í Havn hesuferð, eru tískil ikki serliga góð, tí nýggju valevnini eru ikki eins kend og Katrin Dahl, Lisbeth Petersen og aðrar.

- Valevnini vístu á fundinum, at tær eru dugnaligar, leggja dent á at gera eitt gott arbeiði og royna at byggja upp. Fleiri av teimum hava uppiborið, at koma longri enn líkt er til at tær sleppa, sum støðan er nú, tí tær eru so ókendar, sigur Bergtóra Hanusardóttir.

- Trupulleikin er, hvussu vit fáa kvinnur valdar, tá tær, sum eru valdar fyrr, ikki stilla uppaftur. Man kann vera bangin fyri, at fólk als ikki vita, hvussu vánalig støðan í veruleikanum er.

- Tað eru nøkur ting, sum kvinnur raðfesta hægri enn menn, og tað verður ikki umboðandi sum demokrati, um ikki báðir partar eru umboðaðir, sigur Bergtóra.


Eingin kvinnulisti

Í ár eru 22 kvinnulig valevni á listunum í Havn. Samanbera vit við 1984, tá ein kvinnulisti varð at seta krossin við, vóru 40 kvinnulig valevni. Hetta má sigast at vera ein stór afturgongd, og møguleikin fyri størri kvinnuligari umboðan í býráðnum er tí ikki betraður.

Tað kann vera ein trupulleiki at fáa kvinnur at bjóða seg fram, tí eitt av valevnunum segði á fundinum, at flokkurin hevði heitt á 40 kvinnur um at stilla upp, men at allar høvdu borið seg undan.

Beinta í Jákupsstovu hevði framløgu á fundinum, og hon segði, at vandi er fyri, at menn fáa ágóðan av teimum atkvøðum, sum kvinnur geva kvinnuligum valevnum, sum ikki verða valdar inn.

Í 1980 og 1984 var ein kvinnulisti til býráðið, men kom ongantíð inn. Í 1984 vantaðu sjey atkvøður í at fáa umboðan. Síðan nýggja vallógin varð sett í gildi í 1972, eru bara fýra kvinnur valdar í býráðið, og eru tað Lisbeth Petersen, Kristianna Rein, Katrin Dahl og Elin Lindenskov. Bara ein av hesum stillar upp hesuferð.

- Trupulleikin er, at kvinnur enn halda, at tær hava betri møguleika í teimum vanligu flokkunum enn á einum kvinnulista, og tí hava vit ongan kvinnulista, sigur forkvinna Kvinnufelagsins.


Kvinnur sum ífylla

Breið semja var millum luttakararnar, at kvinnur eru alt ov illa umboðaðar í politikki og leiðandi størvum sum heild. Eitt, sum kom fram á fundinum, var, at kvinnur eiga at velja kvinnur. Soleiðis hevði býtið av býráðslimum sjálvsagt verið meira javnt millum kynini.

Beata L. Samuelsen legði í sínari framløgu dent á, at allar kvinnur eiga at standa saman uttan mun til, hvønn politiskan flokk tær hoyra til. Hesum tóku fleiri undir við, men tað kann vera trupult, tá man er limur í eini samgongu.

Eisini varð sagt, at fleiri av kvinnuligu valevnunum føldu seg sum ífyllu á listunum bara fyri at hava kvinnur við á listanum.

- Flokkarnir taka ikki kvinnurnar í nóg stórum álvara og stuðla teimum ikki soleiðis, at tær kunnu verða valdar inn. Har svíkja flokkarnir, sigur Bergtóra.

Kvinnuliga umboðanin í politikki sum heild í Føroyum er bara um tey 10 prosentini.

Útlitini eru kanska døpur, men enn er ikki ov seint. Veljið Kvinnur.