Í grundgevingini fyri at lata Ova Olsen viðurkenningina varð sum vera man sipað til mongu klassisku tónleikasendingarnar, Ove Olsen hevur verið vertur á í Kringvarpi Føroya seinastu mongu árini.
Góður gróðrarbotnur
Ove var rættiliga ovfarin av heiðurinum, men fegnast um, at hetta samstundis er prógv um, at tað eisini eru onnur, sum virðismeta arbeiðið, hann hevur lagt í hesar sendingar. Í hesum tíðum, har lættari undirhaldstónleikur annars fyllir so nógv, heldur Ove tað vera hugaligt, at Kringvarp Føroya eisini gevur rúm fyri tí smala tónleikinum, har lurtaratølini neyvan kunnu samanberast við tey hjá popp- og rocktónleikinum.
- Hendan viðurkenningin er avgjørt við til, at hugurin hjá mær at halda fram at gera hesar sendingar, ikki er vorðin minni. Men í heila tiki haldi eg klassiska tónleikin hava betri gróðarbotn nú, enn hann kanska nakrantíð hevur havt fyrr í Føroyum. Tað hava ongantíð gingið so nógvir næmingar á Musikkskúlanum sum nú, og vit hava øll sæð og hoyrt, at góðskan ofta er framúr góð. So hóast kappinin er hørð í tónleikaheiminum, stúri eg ikki fyri áhoyarafjøldini hjá tí klassiska tónleikinum - heldur ikki millum tey ungu, sigur Ove Olsen.
Saman við heiðurinum, fekk Ove eina slipsanál við búmerkinum hjá Musikklærarafelagnum umframt eina peningagávu.