Krevur nógv betri viðgerð

Uppskotið hjá Tjóðveldi og Kára á Rógvi um at bryggja sterkt í Føroyum er eitt paradu uppskot frá andstøðuni, sum krevur eina nógv størri kanning og nógv betri viðgerð, enn tilfeldið er, sigur Jógvan á Lakjuni

Uppskotið hjá Tjóðveldi, ið var fyri á Løgtingi í gjár, fekk ikki treytaleyst góða undirtøku, og ein av teimum, ið var ímóti, er Jógvan á Lakjuni.
- Fyri tað fyrsta er talan um eitt ógvuliga álvarsamt mál, tá rúsdrekka verður viðgjørt yvirhøvur. Hartil var talan um eitt andstøðu uppskot, sum oftast eru paraduuppskot, ið ikki hava grundfesti í einari djúprari kjaki, sigur Jógvan á Lakjuni.
Hann sigur, at teir eru í einari samgongu, ið hevur avtalað, hvat arbeiðast skal við.
- Verður tikið undir við einum andstøðu uppskoti, vita vit ikki, hvar vit enda. Tað er jú á so ómetaliga nógvum økjum, at fólk kundu lagt uppskot fram, sum meiriluti kanska er fyri í Tinginum, men sum ikki er meiriluti fyri í samgonguni. Tí kann man ikki bara taka undir við einum andstøðu uppskoti uttan at hava viðgjørt tað í samgonguni, sigur Jógvan á Lakjuni.
Men tað er ikki bert tí, at talan er um eitt andstøðu uppskot, at fólkafloksmaðurin ikki tekur undir við tí.
- Hetta er ein ógvuliga álvarsamur spurningur, tá talan er um rúsdrekka. Eg veit ikki, um vit skulu tosa um eina glíðibreyt, men í hvussu er verður farið eitt stig víðari, og tað haldi eg krevur eitt nógv størri kjak. Eg ivist í, um tað er rætta leiðin at fara, og tí segði eg sum eg gjørdi av Tingsins røðarapalli, sigur Jógvan á Lakjuni.

Kann ikki samanberast
Hann heldur ikki, at tað er nøkur andsøgn sum so í tí, at sterkur løgur ikki kann bryggjast í Føroyum, tí tað er heldur ikki loyvi at innflyta hann. Í hvussu er ikki, tá tað kemur til øl.
Men tað ber jú til at keypa sterkari løg enn 5,8%, sum er markið fyri styrki á øli?
- Ja, men eg haldi ikki tú kanst samanbera øl við annan sterkan løg. Nú eri eg ikki so innarliga í hasum, men tú sær tey ungu ganga og mala við øl alla tíðina, tú sær tey ikki við vínfløskum, sigur Jógvan á Lakjuni.
Sambært hagtølum hjá Rúsdrekkasølu Landsins hevur vaksandi sølan av cider lítla og onga ávirkan á søluna av øli, men hevur hinvegin kvinka søluna av rúsdrekka niður, og tað átti at verið í tráð við politiska ynski um at føroyingar skulu drekka veikari rúsdrekka.
- Nú kenni eg ikki hasi tølini, og tí kundi eg hugsa mær at kanna tey nærri. Og tað er júst nakað av tí, eg førdi fram, at tað krevur eina nógv størri kanning og viðgerð av støðuni á hesum øki í Føroyum, sigur Jógvan á Lakjuni.
Hann vísir á, at tað er nógv hent tey síðstu árini við útskeinkingarstøðum á hvørjum horni.
- Tí krevst ein nógv djúpari viðgerð av øllum málinum og nøkur tøl á borðið, áðrenn farið verður víðari. Sjálvandi er tað betri, at fólk drekka veikari heldur enn sterkari, men eg vil fegin síggja hasi tølini, áðrenn eg taki støðu til tað, sigur Jógvan á Lakjuni.

Heldur fast
Á Tingi í gjár var fólkafloksmaðurin rættiliga avgjørdur og segði, at hann fór ikki at góðtaka, at samgongan læt hetta málið fara igjøgnum. Merkir tað so, at um tað hendir, fer hann at taka stuðul sín til samgonguna aftur?
- Eg segði, at eg fari ikki at góðtaka, at samgongan koyrir eitt slíkt mál ígjøgnum, og tað standi eg fast við. Fyri tað fyrsta haldi eg, at vit hava onnur ting at gera í hesum tíðum enn at tosa um, at bryggja sterkt í Føroyum, og fyri tað næsta átti samgongan at tikið seg saman um at fingið skil á fíggjarlógaruppskotið, sigur Jógvan á Lakjuni.
Hann sigur, at hann kennir seg sannførdan um, at samgongar ikki fer at atkvøða hetta uppskotið hjá Tjóðveldi ígjøgnum.