Hetta fer at geva okkum heilt aðrar møguleikar

Endamálið er fyrst og fremst at flyta laks av landinum við flogfari – men ætlanin er ikki at flúgva heim aftur við tómum flogfari

##med2##

 

Tað verður eitt nýbrot fyri føroyskt vinnulív, tá ið vit fáa eitt føroyskt farmaflogfar at flyta farm úr Føroyum. Tað sigur Birgir Nielsen, stjóri í felagnum, FarCargo, sum nú hevur keypt eitt farmaflogfar til Føroyar. Tað er Bakkafrost, sum er høvuðspartaeigari í felagnum, og farmurin, sum skal flúgvast úr Føroyum, er fyrst og fremst laksur.

 

Les meiri her: Farcargo skal flyta laks til USA fyri Bakkafrost

 

Høvuðsrutan verður at flúgva úr Føroyum til USA við laksi, men ætlanin er eisini at flúgva til Ísraels eina ferð um vikuna, ella aðruhvørja viku. Orsøkn er, at Bakkafrost er farin at selja laks í Ísrael, og tann sølan veksur nógv.

 

Men Birgir Nielsen sigur, at ætlanin er ikki at flogfarið skal flúgva tómt heimaftur. Ein møguleiki er at millumlenda onkustaðni í Evropa, kanska í Danmark, á veg til Føroyar, so har liggur væl fyri at fáa farm við aftur til Føroyar. Og hann heldur, at hetta fer at geva føroyska vinnulívinum heilt aðrar møguleikar. Eitt nú skuldi hetta givið góðar møguleikar hjá føroyskum virkjum at bygt ein nýggjan marknað.

 

Hinvegin ásannar hann, at hesa seinastu tíðina eru prísirnir fyri at flyta farm úr USA til Evropa, næstan trífaldaðir.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Birgir Nielsen greiða frá