Serstaka byggisamtyktin broytast

Málið um byggingina av nýggjum skúlabygningi til Kommunuskúlan var fyri í byggi- og býarsamskipanarnevndini mánakvøldið. Har var samtykt, at serstaka byggisamtyktin skal broytast so skúlin kann byggjast

Samtykt er í byggi- og býarsamskipanarnevndini hjá Tórshavnar Býráð, at serstaka byggisamtykin fyri økið frá Frelsunarherinum, tvørturum Grasagarð og niðan til Kommunuskúlan, skal broyast so skúlabygningurin til Kommunuskúlan kann koma upp at standa.
? Málið var fyri í byggi- og býarsamskipanarnevndini, har tað var góðkent at broyta serstøku byggisamtyktina. Nú skal málið fyrst góðkennast í býráðnum, har tað verður lagt fram á býráðsfundi í morgin, sigur Jan Christiansen, borgarstjóri.
Eftir at broytingin er góðkend, skal hon liggja alment frammi í tríggjar mánaðir, har ein og hvør, sum hevur hug til tess, kann fara oman á býráðið at síggja tekningar og gera møguligar viðmerkingar ella mótmæli til byggingina. Síðani verður málið aftur sent til byggi- og býarsamskipanarnevndina, so aftur í býráðið, sum skal samtykkja, at málið verður sent víðari, hóast tað møguliga hevur fingið onkur mótmæli, og at enda skal málið út í Landsstýrið, har tað skal góðkennast enn einaferð.
? Hetta er ein tung prosess, sum tekur langa tíð. Um vit eru heppin, so tekur tað fimm mánaðir, men ein má rokna við einum hálvum ári, sigur Jan Christiansen.
Nú verður eisini arbeitt við at fáa loyst trupulleikan við stóra plásstrotinum hjá Kommunuskúlanum, meðan bíðað verður eftir at fáa serstøku byggisamtyktina broytta.