Foreldur at børnum í frítíðarskúlanum Sornhúsinum í Klaksvík fegnast um, at frítíðarskúlin hóast alt ikki verður fluttur. Stýrið fyri frítíðarskúlan Sornhúsið í Klaksvík hevur nú funnið sparingar, sum kunnu forða fyri, at frítíðarskúlin verður fluttur.
Klaksvíkar kommuna hevði annars tikið avgerð um at flyta frítíðarskúlan úr leigaðum hølum í Bøgøtu og í Virkishúsið á Klaksvíksvegi, sum kommunan sjálv eigur. Hetta vóru foreldur misnøgd við, tí frítíðarskúlin hevði verið fluttur burtur frá fótbóltsvølli, svimjihøll, skúla og ítróttarhøll. Í farnu viku mótmæltu foreldur avgerðini, og nú hevur Klaksvíkar kommuna broytt hugsan, og frítíðarskúlin verður verðandi í Bøgøtu.
Meirilutin í Klaksvikar býráði sigur í einari fráboðan, at orsøkin til broyttu avgerðina er, at stýrið fyri sjálvsognarstovnin, ið rekur frítíðarskulan, hevur funnið aðrar sparingar, sum svara til tað, sum kommunan vildi spara við at flyta frítíðarskúlan. Stýrið hevur funnið sparingar í húsaleigu, matarskipan og starvsfólkakostnaði.
Tí hevur meirilutin í Klaksvíkar býráðið gjørt av, at frítíðarskúlin ikki skal flytast, men meirilutin fegnast samstundis um, at sparingar eru funnar á frítíðarskúlanum.
Súsanna Lydersen, sum umboðar foreldrini í frítíðarskúlanum Sodnhúsið, fegnast um, at Klaksvíkar kommuna hevur broytt hugsan um at flyta frítíðarskúlan.
- Vit vilja takk øllum, sum hava virkað fyri, at frítíðarskúlin kann halda fram í verðandi hølum, tí tað er besta loysnin, sigur Súsanna Lydersen.