Orkan úr urkraftini og Svend Wiig Hansen

Ein tann størsti listamaðurin í danskari list, ja, norðurlendskari list var uttan iva Svend Wiig Hansen. Hann var í heimsklassa, og hevði sterkan áhuga fyri menniskjanum, fyri teimum skapandi og oyðandi kreftunum, sum búgva í menniskjanum

Fyrstu ferð, eg hoyrdi um Svend Wiig Hansen, var tá ið Ingálvur av Reyni vitjaði eina av mínum framsýningum fyrst í 90-árunum. Hann keypti eina pastellmynd frá mær av tveimum heimleysum fólkum úr Póllandi. Hann helt, at tær mintu um Svend Wiig Hansen. Eg kendi hann ikki tá, men eg fekk eina bók frá Ingálvi um Svend Wiig Hansen, og eg varð alt fyri eitt hugtikin av hesum stóra listamanni.
Svend Wiig Hansen hevði sterkan áhuga fyri menniskjanum, fyri teimum skapandi og oyðandi kreftunum, sum búgva í menniskjanum. Tað finst ein øgiliga sterk upprunamegi í listini hjá Svend Wiig Hansen, ein urkraft, ið hevur øgiliga sterka ávirkan á meg og mong onnur menniskju, sum hava upplivað hansara list. Svend Wiig Hansen var manio depressivur og tað merkir man týðiliga. Tann maniska orkan og villskapurin, og tann svarta depressjónin, tað kraftfulla sálarliga myrkrið, ið man týðiliga merkir í hansara list. Myrkrið hevur ongan enda, ljósið hevur ongan enda, tað eru ljósins og myrkursins kreftir, sum mynda heimin. Ljósins kreftir verða umboðaðar av kærleikanum, kristindóminum, buddismuni, hinduismuni, bahai og øðrum religiónum. Og sjálvandi eisini sosialismuni. Myrkursins kreftir eru umboðaðar av hatri, líkasælu, grádigheit eftir pengum og makt-kapitalismuni og facismuni.
Svend Wiig Hansen var í ætt við og ávirkaður av listamonnum sum t.d. Goya, Michelangelo, Rodin, Edward Munch, Francis Bacon, Henry Moore, Hill Joakim Skovgaard og Willumsen. Svend Wiig Hansen fekst bæði við skulptur, tekning, máling og grafikk. Ein kraftfullur skulpturur eitur Móður Jørð. Vit síggja eina kraftfulla kvinnu sita í føðistøðu. Henda kvinnan skal súmbolisera natúr og skapanarkraftina. Tað er kvinnan, sum føðir nýggj lív til okkara stóru verð. Hesin skulpturur vakti skandalu í Århus, har hann varð framsýndur í 1953. Ein annar skulpturur frá 1951 eitur Torso. Mannakroppurin er eitt vakurt landslag, skaptur av Guds hond og nógvir listamenn hava gjøgnum tíðirnar granskað, dyrkað og endurgivið mannakroppin, eisini Svend Wiig Hansen og í hesum skulpturinum síggja vit ein kraftigan og vælbygdan kvinnukropp. Formarnir eru væl gjørdir og skaptir, og tað er ein styrki og eymleiki yvir hesum skulpturi. Ein annar skulpturur eitur Sitandi kvinna frá 1957. Formarnir á hesi naknu kvinnuni eru vanskeplaðir og yvirdramatiseraðir fyri at fáa eina størri kraft og styrki fram. Andlitsbráið á hesi kvinnu er bæði dapurt og kraftfult, líðing og sorg hava alt valdið á hesum andliti, men kortini hevur henda kvinnan eina sovorðna sterka innaru kraft og megi, at hon yvirlivur hesar líðingarnar, sum geva djúpt innlit, sálarliga kreft og substans.
Ein onnur sjáldsama sterk portrettmynd eitur Tann Næsaleysi. Ein ræðulig sjúka hevur etið nøsina burtur. Hetta var nakað Svend Wiig Hansen sá og upplivdi á ferð í Athen. Hetta menniskjað píndist illa. Tað eru følsamu og mest kenslubornu menniskjuni, sum uppliva tær sterkastu líðingarnar, og eg kenni meg sannførdan um, at tað eru tey menniskjuni, sum pínast mest í hesum lívi, sum fyrst og fremst fara til himmals aftan á deyðan.
Ein onnur portrettbusta eitur Emilie frá 1957. Ein óhugnaligur og beiskur stemningur er yvir hesum máttmikla og tignaðarliga andliti. Henda kvinnan hevur uttan iva upplivað beiska tragediu, sum hevur myrkað hennara sál, men kortini hevur hon eina innari styrki fyri at yvirliva, men hon er langt frá kærleikanum og ljósinum. Ein onnur kraftfull og døpur portrettbusta er Siciliarindan frá 1958, har formarnir á andlitinum eru rundir og yvirdramatiseraðir og sera einfaldir. Svend Wiig Hansen hevur eisini gjørt ein sterkan málning av Emiliu frá 1955. Andlitið er hvítt, reytt og svart. Eyguni eru djúp og full av álvarsligum lívsvísdómi. Hon er einsamøll og hevur framvegis ikki funnið kærleikan, men sálin á heinni er rík og djúp og hevur innihald. Tann djúpi og klangfulli blái liturin í bakgrundini undirstrikar tann melankolska stemningin í hesi einføldu myndini.
Eitt høvuðsverk í málningarlistini hjá Svend Wiig Hansen er málningurin Tey søkjandi frá 1955, sum hongur á Statens Museum for Kunst í Keypmannahavn. Angistin og ræðslan frá tí kalda krígnum merkist týðiliga. Atombumban er fallin og túsundvís av fólki eru deyð, men kortini ikki øll. Vit síggja fimm fólk í vónloysi og døpurhuga. Krígsins ræðuleikar hava sløkt teirra vón og lívsneista, og aftanfyri er eitt oyðið landslag, tó ljós hómast í luftini. Tann lívgevandi sólin er á lívi enn. Litirnir eru fáir, svart, brúnt, grátt og hvítt, variasjónirnar og klangirnir í litunum eru kraftfulla flottir. Hetta er ein sera døpur mynd, um søguna um allar tær líðingar og depressjónir, ið menniskjað upplivir, tá tað verður konfronterað við tað ónda. Tey glataðu eitur eitt grafiskt verk frá 1957. Vit síggja fimm menniskju, sum fullkomiliga hava mist fótafestið í tilveruni. Innaru líðingar og sálarliga myrkrið eru somikið sterk, at tey megna ikki at standa ímóti. Tann máttmikla myrka flatan í bakgrundini undirstrikar tann vónleysa og oyðandi stemningin í hesi myndini. Tað eru nógv djúpt ólukkulig menniskju til í verðini, og eisini í Føroyum. Inni í Tórshøll, Mimir, Café natúr og ikki minst á Statshospitalinum, har ið eg havi verið ikki minni enn sjey ferðir tey seinastu árini.
Ein sjálvsmynd frá 1957 er ein sterk mynd. Eygnabráið er myrkt, óhugnaligt og sera kensluborið og árvakið. Tað er heilt týðuligt, at hesin listamaðurin er upptikin av teimum myrku demonisku kreftunum, sum eru í menniskjasálini. Dynamikkurin millum tað ljósa og tað myrka í myndini er einastandandi.
Tey søkjandi frá 1957 er eisini ein sterk mynd av menniskjum, sum eru í myrkrinum. Tey eru følsom og hava sterkar líðingar, vónloysi og depressjónir at dragast við. Tey leita eftir vónini, kærleikanum og sólini, men finna tað ikki. Hetta er ein sera einføld og dynamisk mynd. Klangurin og variasjónirnar millum tað myrka og ljósa eru einastandandi flott. Tey síðstu frá 1957 síggja vit tey glataðu søkka niður í eitt svart, oyðandi hav. Tey rópa eftir hjálpt, men til fánýtis.
Niðureftir eitur ein sera óhugnalig radering frá 1958. Tey trý menniskjuni vit síggja søkka niður í eitt ónt og svart myrkur har ið tey helst vera verandi. Tíverri, tey sum velja tað ónda koma at gjalda fyri á Dómadegi.
Menniskjaritt frá 1959 er ein stórur oljumálningur. Vit síggja seks figurar. Vit síggja ein reyðan figur kúga og standa á einum neyðarsligum hjálparleysum grønum grulvandi figuri. Reyði figururin heldur tí grøna í einum bandi, akkurát sum á einum hundi. Tað sama ger ein annar grønur og reyður figurur aðrastaðni í myndini, men mitt í síggja vit tann grøna figurin, sum er um at reisa seg og tann kúgandi reyði figururin er um at missa tamarhaldið. Henda myndin súmboliserar ta kúganina, sum tann djevulska kapitalisman og facisman fremja um allan heim, har ið menniskju eiga milliónir meðan fleiri milliónir svølta um allan heim. Um tað er nakar, sum fer til helvitis á Dómadegi, so eru tað kapitalistarnir og facistarnir, men eg skal ikki vera dómari tíbetur, og eg ynski ikki eitt ævigt helviti fyri nakran. Aftanfyri figurarnar á hesi myndini síggja vit eitt svart hav og svørt skýggj, sum undirstrika óndskapin, sum henda myndin lýsir.
Svend Wiig Hansen málaði risastórar myndir, jú størri jú betri og tað geldur innan øll øki segði qvennsangarin Freddie Mercury eina ferð.
Vit síggja tveir reyðgular kraftigar figurar, sum rætta hondina ímóti einari guddómiligari andaligari kraftkeldu. Tað er ikki nóg mikið at hava eina kraftigan væl bygdan kropp. Sálin skal eisini hava sítt, kærleika, vísdóm, vitan og innihald, og tað er tað henda dynamiska myndin vil fortelja.
Offrini fyri angistini eitur ein annar stórur málningur. Ræðsla og angist merkjast týðiliga á teimum ljósu figurunum meðan ein frítt sveimandi svartur demoniskur figurur er mitt í myndini. Tað eru nógvir illir andar til í verðini. Tað veit eg av egnum royndum. Um henda myndin fortelur okkum um alla ta angist og ræðslu, sum stendst av øllum óndskapinum, sum er til í verðini.
Litkomposisjónin í hesi myndini er bæði kraftfull og intens. Vit síggja havið og tí reyðu luftina, sum helst súmboliserar blóð og kríggj. Óndskapur, oyðing og ræðuleikar herska enn á jørðini tíverri.
Tilstandur eitur ein sera døpur tekning frá 1977. Sum eitt svart og máttmikið fjall reisir figururin seg á pappírinum. Myrkrið hevur alt valdið á hesum demoniska andliti.
Drongurin og Djevulin eitur ein sera óhugnalig og kraftfull mynd. Djevulin er ein reyður figurur. Andlitið er hóttandi og hatursfult við spískum tungum. Djevulin er skuggin á Gudi. Eg sá í trý ár djevlar hvønn dag fleiri tímar í senn orsakað av ov nógvum hassji. Eg røri aldri hassj ella rúsevni aftur. Jesus hjálpti mær úr hesum stóra helviti.
Vandring uttan mál eitur ein stórur avlangur málningur frá 1980. Hetta er søkjandi og leitandi og gangandi menniskju, ið leita eftir nýggjum upplivingum, ja leita eftir tí ókenda frælsi við at improvisera seg fram ígjøgnum lívið. Hetta eru fræls menniskju, sum ikki vilja hava eitt fastlæst planlagt lív. Hetta er ein koloristisk sera sterk og rík mynd og eitt sindur kaotisk komposisjón.
Jørðin grætur er um, at menniskjað ikki livur í samljóð við náttúruna. Teir gomlu indiánarnir í Amerika livdu í harmony við náttúruna. Teir blivu næstan allir dripnir. Teir gomlu føroyingarnir livdu eisini í harmony við náttúruna, men ikki longur, nú SEV sleppur at oyðileggja okkara áir og vøtn. Tíverri, tað líkist svartast ongum. Kapitalisman dálkar og oyðileggur náttúruna og somuleiðis gjørdi tann fyrrverandi facistiska kommunisman eystanfyri. Tað var ikki verulig sosialisma. Hon fer at koma aftur. Menniskjan megnar ikki at oyða náttúruna, men bert seg sjálva. Náttúran skal nokk yvirliva, tí hon er sum Bjørk einaferð segði: 5000 ferðir sterkari enn vit.
Eg havi ein dreym eitur eitt vakurt glasmálarí. Hetta er um vakra dreymin, ið mannarættindastríðsmaðurin Martin Luther King prátaði um, har ið svørt og hvít skuldu liva væl og harmoniskt saman. Hann varð sjálvandi skotin. Vit síggja ein hvítan persón sita í fanginum á einum svørtum persóni. Tað finst enn andstyggilig rasisma um allan heim, ikki minst í Amerika.
Svend Wiig Hansen málaði nógv portrett. Persónligheitin situr í andlitinum, serliga eygunum. Man kann lesa menniskju við at hyggja eftir andlitinum, serliga eygunum. Eyguni eru sálarinnar spegil. Eyguni fortelja um kenslur, sál, tankar, lagnu og upplivingar. Svend Wiig Hansen var ógvuliga virkin. Hann gjørdi nógv býtt, men eisini nógv gott, og nøkur meistaraverk. Hann doyði sum eldri maður fyrst í 90-árunum av krabbameini.