teir brádliga stóðu á Wembley til Em kvartfinaluna – nakað ið fá høvdu væntað. Tað eru fleiri dømi um hvussu bygnaðurin av Em undankappingini kemur smærri fótbóltstjóðum til góðar. Danska landsliðið, ið [...] leikt. Spurningurin ið altjóða fótbóltsheimurin setir, er um kappingin verður ov breið, og um vegurin til EM steypið verður ov lættur- ella kanska heldur tilvildarligur. Grundgevingin fyri 24 liðum heldur enn [...] ítróttarlig, men eitt úrslit av marknaðarligu innlimingini, sum grundar á inntøku og yvirskotið. Fleiri lið gevur fleiri dystir, sum skapar størri inntøku. Samanstoyturin millum marknað og ítrótt er ikki altíð
klokkan 19:00 verður eitt stórt kunningartiltak um pensjónsmálið í Norðurlandahúsinum, og leygardagin 3. desember kl 12:00 verður mótmælistiltak, sum byrjar á Farstøðini, og síðani verður [...] gingið niðan á Vaglið, har røður, yrkingar, tónleikur og undirhald til børnini verður. Fyrireikararnir vænta sær nógv fólk til hesi tiltøk, tí talan er um stór álvarsmál, sum hava sera stóran týdning [...] skatta eftirlønina við inngjaldi og at seta í verk flatskattaskipan, hava fakfeløgini havt fleiri fundir sínamillum, við serfrøðingar, pensjónistafeløg, samgonguna, andstøðuna og
hava latið lív seinastu vikurnar, og enn fleiri hava fingið skaða í samanbrestunum millum herfólk hjá ísraelum og palestinar. Ófriðurin hevur verið á markinum til veruligt kríggj, og í løtuni fer fram eitt [...] mánaðir fyri at fara til Ísrael at vitja familjuna hjá manninum. - Vit komu higar fyri fýra vikum síðani og rendu okkum so at siga beint í ófriðin, tí tað gingu bara nakrir fáir dagar til stríðið brast á. [...] Vóna friður kemur í lag Familjan hjá Ann-Britt verður í Ísrael til síðst í november mánaði, og tey hava onga ætlan um at leita heimaftur til Danmarkar áðrenn ta tíð. - Tað er sera keðiligt við hesum stríðinum
sjógvi til heystar. Og tó; nú mynstrað verður aftur í Fuglafirði (seinasta fríggjakvøld), ivast Lion ikki í, at fólk er á øllum plássum umborð. Í Fuglafirði tók skipið tungolju, sum brúkt verður til ketlarnar [...] var allar túrarnar við Sigurfarinum, til hann legðist upp í 1991. Hann var eisini við syrgiliga túrin, tá teir bjargaðu skipsbrotnum russarum á Flemmish Kap, fleiri á lívi, aðrir deyðir. Jákup Matthias [...] umborð á Christian í Grótinum, sum tá var komin heimaftur til Føroyar av hesum leiðum. - Eg var við Christiani í Grótinum í eini tvey ár, til teir keyptu Palla hjá Marionnu, sum fór at fiska rækjur. Vit
verið tveir túrar. - Man verður púra bitin av slíkum arbeiði, sigur Ansgar Hansen. Absalon Hansen fer sín fyrsta túr til Rumenia í hesi vikuni. Ansgar og Jóhanna Hansen og nøkur fólk aftrat fara til Ukraina [...] hava verið fleiri ferðir í Rumenia við Absalon Matras í hjálparørindum, hava nú keypt sær egnan buss. Bussin hevur hann keypt frá Birgir Andreasen, sum hevur keypt sær ein nýggjari buss at nýta til sama endamál [...] endamál. Ætlan teirra er at fara við bussinum til Ukraina við klæðum og øðrum. - Vit nevna bussin Neyðhjálparbussurin, og ætlan okkara er at virka sum longdi armurin hjá Absalon Matras, sum hevur Rumen
varaborgarstjóri, og tað hevur hann eisini verið í fleiri undanfarnum setum. Í mun til undanfarna bygdarráð, er ein broyting hesaferð. Arnbjørn í Smiðjuni sat fram til ársenda 2024, men stillaði ikki uppaftur í [...] flestu túrar – fyri ikki at siga allir – eru tilkallitúrar, sigur hann. Jóanis Lisberg sigur, at tá tíðin nærkaðist til kommunuvalið í fjør neyst, var hann í iva, hvørt hann skuldi bjóða seg fram til eitt [...] fingu fleiri nýggjar gøtulyktir. Jóanis Lisberg sigur, at kommunan er væl fyri á tann hátt, at kloakkirnar langt síðan eru gjørdar sambært krøvum hjá myndugleikunum, og nýggjur brunnur er eisini til drekkivatnið
í Vági og í Vágs Høll í døgunum 3. til 5. august 2020. Tey vaksnu spæla í døgunum 14. og 15. august 2020. Fyri tey vaksnu verður talan um eina innleiðandi kapping til hondbóltskappingarárið, har kvinnur [...] men verður í 2020 bert fyri føroysk lið. Talan er um hondbóltskapping fyri aldursbólkarnir frá U10 til og við U16 og fyri bæði gentur og dreingir – og harumframt verður eisini skipað fyri kapping fyri vaksin [...] kvinnur og menn sleppa at spæla fleiri dystir yvir tveir dagar. Eisini hjá teimum vaksnu eru hugni og samvera ein partur av kjarnuni í Faroe Islands Handball Cup, sum endar við felags veitslu leygarkvøldið 15
ferðafólkum. Sjálvandi høvdu vit ynskt okkum eitt fult flogfar allar túrar, men nógv fólk hava bílagt sær ferðaseðlar áðrenn vit vóru til, og tí eru tað ikki so nógv sum flúgva við okkum enn. Í byrjanini [...] ferðaseðlan gjøgnum ferðaskrivstovur, men nú er hetta broytt til at eisini lata seg gera á heimasíðuni hjá Faroe Jet. Jú, fólk hava funnið til síðuna hjá okkum, og sølan av ferðaseðlum gongur væl, sigur [...] sigur Jóhan E. Simonsen. Fyri at virksemið skal mala væl runt, skal flogfarið verða fult til 70 prosent. Higartil liggur tað talið um 50 prosent.
skip hava gjørt hampiligar túrar. Tekniski stjórin í Faroe Origin, sum rekur skip og fiskavirkið í Saltangará, vísir á, at nógvur ungfiskur hevur verið at fingið, og tí hava fleiri leiðir eisini verið brá [...] Hóast seks ísfiskatrolarar - harav fýra eru lutfalsliga nýggir - hava landað til fiskavirkið í Saltangará seinasta árið, hevði kortini verið ynskiligt, at virkið í hesum tíðarskeiði hevði fingið meiri [...] stjórin í Faroe Origin, David Jacobsen, sigur, at virkið virkar eisini flak, sum eisini verður fryst til útflutnings.
enntá verið fimm túrar á rað, og onkra aðra vikuna hava tað verið fýra túrar á rað. Av chartertúrunum, FaroeJet hevur flogið, kunnu nevnast túrar til Prag, Brüxelles, Bordeaux og túrar fyri danskar og norskar [...] túri til túr, men í miðal fyri hvønn mánað veksur ferðafólkatalið støðugt. Eisini havi tey fleiri fullsett flogfør, og so seint sum farna vikuskifti var útselt, bæði niður til Danmarkar og heim til Føroya [...] vísir til Ísland sum flýgur nógv charter. Teir hava við 300.000 íbúgvum fleiri skrásett flogfør enn Svøríki, sum hevur níggju milliónir íbúgvar. - Tá vit flúgva charter mugu vit eisini minnast til, at vit