Faroe Jet ynskir sær fleiri ferðafólk

Stjórin í Faroe Jet, Jóhan E. Simonsen, letur væl at gongdini hjá Faroe Jet, men hevði fegin vilja havt fleiri ferðafólk umborð á Sólju, sum flogfarið eitur.
Um eg skal rokna leysliga, so eru flogførini í miðal hálvfull, sigur hann

Nýggja føroyska flogfelagið hevur nú verið á flogið í eitt sindur meira enn ein mánað.
Í fjølmiðlum hevur seinastu vikuna staðið, at bara átta fólk vóru við á einum túri hjá felagnum. Hetta váttar stjórin, Jóhan E. Simonsen, men sigur at ferðafólkatalið eisini hevur verið uppi á 70 ferðafólkum.
Sjálvandi høvdu vit ynskt okkum eitt fult flogfar allar túrar, men nógv fólk hava bílagt sær ferðaseðlar áðrenn vit vóru til, og tí eru tað ikki so nógv sum flúgva við okkum enn.
Í byrjanini var bara gjørligt at keypa ferðaseðlan gjøgnum ferðaskrivstovur, men nú er hetta broytt til at eisini lata seg gera á heimasíðuni hjá Faroe Jet.
Jú, fólk hava funnið til síðuna hjá okkum, og sølan av ferðaseðlum gongur væl, sigur Jóhan E. Simonsen.
Fyri at virksemið skal mala væl runt, skal flogfarið verða fult til 70 prosent. Higartil liggur tað talið um 50 prosent.