FaroeJet hevur nú verið í luftini í fimm mánaðir. 15. mai fleyg nýggja føroyska felagið sín fyrsta túr, og nú vit skriva 3. oktober flýgur felagið framvegis og tað ætla teir eisini at gera framyvir.
Eisini eftir, at søgurnar herfyri vóru frammi um, at felagið ætlaði at tveita handklæði í ringin og gevast.
- Vit hava á ongan hátt ætlanir um at tveita handklæðið, men heldur eru vit farin mitt í ringin at stríðast, slær Jóhan E. Simonsen fast, tá vit hitta hann til eitt prát, um gongdina hjá felagnum, í lítlu skrivstovuhølunum á flogvøllinum.
- Vit kunnu bara lata væl at. Vit stríðast og strevast hvønn dag, sigur stjórin hjá lítlabeiggja í føroyskum loftrúmi.
Framgongd á øllum økjum
Vit standa uppi og práta, men Jóhan biður okkum um at seta okkum kring borðið, og í meðan vit gera tað, spyrji eg hann, um hann ikki kann greiða nærri frá, hvat hann meinar við.
- Jú, vit hava fingið fleiri ferðandi, og faktiskt er tað soleiðis, at vit síggja framgongd á øllum økjum. Ferðafólkatalið økist so líðandi, fraktin er komin í eina góða og javna legu og vit flúgva alsamt fleiri chartertúrar, greiðir Jóhan E.Simonsen frá.
- Og tað merkir í stuttum, at inntøkurnar økjast, staðfestir Jóhan.
Charter sum føroyskur vinnuvegur
Serliga hetta við chartertúrum er nakað FaroeJet hevur satsað nógv uppá. Hetta tí, at tað er ein stórur marknaður fyri chartarflúgving.
- Tað búgva 48.000 fólk í Føroyum, so marknaðurin her avmarkar seg sjálvan. Har aftur ímóti er marknaðurin óavmarkaður út í heimi, og har fáa vit eisini meiri og meiri at gera, sigur Jóhan Simonsen, og leggur samstundis dent á, at teir sjálvandi raðfesta Føroya-flúgvingina hægst.
Tað bankar á dyrnar og inn kemur ein dama við kaffi. Vit fáa okkum upp í koppin og Jóhan heldur á fram at greiða frá.
- Tað er ein øgiligur fyrispurningur eftir charterflúgving, og tað merkja vit ógvuliga væl. Onkran dagin hava vit fingið 20 fyrispurningar, og tá kunnu vit sjálvsagt ikki geva tilboð upp á allar túrararnar.
- Tað er eisini beinleiðis orsøkin til, at vit ikki flúgva millum Føroyar og Danmark leygardag. Tað er charterferðadagur burturav hjá okkum og øðrum, sigur Jóhan E. Simonsen.
Og tað gongur heldur ikki ein vika uttan chartertúrar. Onkra vikuna hava tað enntá verið fimm túrar á rað, og onkra aðra vikuna hava tað verið fýra túrar á rað.
Av chartertúrunum, FaroeJet hevur flogið, kunnu nevnast túrar til Prag, Brüxelles, Bordeaux og túrar fyri danskar og norskar fyritøkur, fyri ísraelska fótbóltslandsliðið og danska fótbóltsfelagið OB.
- Vit hava einans fingið góð feedback frá okkara chartertúrum, og vit merkja tað eisini aftur í, at sami meklari vendir aftur til okkum. Tað er tekin um, at fólk eru væl nøgd við okkara produkt og okkara tænastu, og tað eiga okkara starvsfólk burturav æruna av, sigur stjórin í FaroeJet.
Jóhan E. Simonsen heldur eisini, at vit í Føroyum eiga at síggja charterflúgving í eitt sindur størri høpi. Ja, sum ein møguligan stóran vinnuveg.
- Føroyingar eru jú verðinsmenn, tá tað kemur til sjóðferðslu og eg dugi ikki at síggja, at tað ikki eigur at kunnast førast yvir til flogferðslu. Føroyingar duga væl at takla óvæntaðar støður sum uppstanda her og nú, og tað eru eginleikar, sum eru nógv virðismettir í vinnuni.
- Og tá vit flúgva charter, so kappast vit við alt Evropa, sigur Jóhan E. Simonsen, sum vísir til Ísland sum flýgur nógv charter. Teir hava við 300.000 íbúgvum fleiri skrásett flogfør enn Svøríki, sum hevur níggju milliónir íbúgvar.
- Tá vit flúgva charter mugu vit eisini minnast til, at vit í veruleikanum tá útflyta arbeiðsorku. Tað svarar til at útflyta nógvan fisk, tí tað eru pengar, sum koma aftur til landið, sigur Jóhan E. Simonsen.
Vantandi marknaðarførðsla
FaroeJet hevur eitt flogfar. Eitt flogfar við breiðum og góðum setrum, faktiskt bestu flogsetur í danska kongaríkinum. Fjarstøðan millum setrini er eisini stór, so har er pláss fyri albogum og at strekkja beinini bæði væl og virðiliga.
Á FaroeJet fáa ferðafólkini eisini heitan mat, og eisini fáa tey tær drykkivørur, tey ynskja sær. Tað einasta, sum kostar, er spruttið.
Men tað eru tað ikki øll sum vita. Tað eru framvegis nógv, sum halda, at umborð á FaroeJet kostar alt pengar, eisini maturin og drekka. Samstundis eru tað ikki nógv onnur enn tey, ið hava flogið við teimum, sum vita, um góðu setrini og góða plássi.
Hetta gera vit stjóran vart við, og vit spyrja hann, um FaroeJet ikki hevur dugað illa at marknaðarført seg sjálvan? Jóhan E. Simonsen leggur seg eitt sindur aftur á í stólinum og hugsar eina løtu, áðrenn hann svarar.
- Vita fólk ikki hetta, so hava vit ikki marknaðarført okkum nóg gott. Men tað fáa vit so altíð gjørt okkurt við.
Ein annar trupulleiki, sum FaroeJet og kundar teirra hava havt, er bókingarskipanin, FaroeJet nýtti at byrja við. Henda bókingarskipanin er nú skift út við Amadeus-skipanina, sum næstan øll flogfeløg brúka í dag, og sum er lættari og betri fyri kundan.
Átalaðu SAS
Jóhan E. Simonsen sigur allatíðina, at høga tænastan er nakað tey seta í hásæti á FaroeJet, men hann viðgongur tó, at tað hevur verið onkur svipsari.
- Vit hava, sum øll onnur, ikki altíð klára at gjørt tað, vit ætlaðu. Serliga tann eina sunnudagin í september mánaði gekk galið. Vit sluppu ikki aftur úr Frankaríki til tíðina at flyta okkara ferðafólk úr Danmark heim til Føroya. Tað er ikki nóg gott, og í Kastrup fingu tey, sum bíðaðu, heldur ta service, sum okkara samstarvsfelagið í SAS skal syrgja fyri at tey fáa, og tað eru vit ógvuliga hørm um.
- Tíbetur ringdu nógv fólk til okkum tá, og gjørdu vart við sína ónøgd, og vit fingu forklára okkum. Og so skal leggjast aftrat, at samstarvsfelagin í SAS fekk eina alvorliga átalu fyri tað, sigur Jóhan E. Simonsen.
Bólturin rullar skjótari
FaroeJet er hevur nú verið í luftini í fimm mánaðir. Tað var ógvuliga tungt at koma í gongd, men nú rullar bólturin skjótari og skjótari ásannar Jóhan E. Simonsen.
- FaroeJet varð stovnað 20. desember í 2005 og vit flugu longu 15. mai í ár. Tað er óvanligt at flúgva so skjótt aftan á, og tað vóru eisini tey, sum øtaðust, tá vit greiddu frá um ætlanir okkara. Men nú siga tey, at tað er flott av okkum.
Men hetta er sjálvandi ikki komið av sær sjálvum, og sambært Jóhan E. Simonsen er høvuðsorsøkin at tað bar til so skjótt, at teirra starvsfólk hevur so nógvar royndir frá vinnuni áðrenn.
- Starvsfólkið brennur fyri FaroeJet, og tað hevur gjørt tað gjørligt hjá okkum, staðfestir stjórin.
Besta vøran og lægri prís
Tað gongur fram á hjá FaroeJet. Ferðafólkatalið svingar sjálvandi frá túri til túr, men í miðal fyri hvønn mánað veksur ferðafólkatalið støðugt. Eisini havi tey fleiri fullsett flogfør, og so seint sum farna vikuskifti var útselt, bæði niður til Danmarkar og heim til Føroya.
- Eg havi sagt tað fyrr, og eg kann endurtaka meg sjálvan. Vit eru komnir fyri at vera, og vit hava longu nú syrgt fyri, at broytingar er gjørdar.
- Síðani vit eru komnir á marknaðin er bíligasti einvegis ferðaseðilin til føroyingar farin úr 2295 krónur niður á 695 krónur. Eisini er tænastan ferðafólkini fáa hækkað munandi, og avsláttarskipanirnar eru somueliðis bøttar.
- Tað er ein royndur lutur, at kapping er til fyrimuns fyri brúkaran og tí er tað, at eg sigi, at FaroeJet tryggjar, at kundin fær ta bestu vøruna til tann besta prísin, sigur hann og tømir koppin við kaffi í.
Vit reisa okkum frá borðinum og takka spakuliga fyri okkum, men áðrenn vit fara spyrji eg Jóhan E. Simonsen, hvat liggur fyri framman hjá FaroeJet. Hann svarar og sigur, at teir fara at koyra á á sama hátt, men leggur hann aftrat, at teir eisini arbeiða við fleiri spennandi tingum.
- Eg kann ikki koma nærri inn á hvat tað er, men tað inniber millum annað at gerast sjónligari í Danmark, sigur Jóhan E. Simonsen, stjóri í FaroeJet.