Ansgar og Jóhanna Hansen, sum bæði hava verið fleiri ferðir í Rumenia við Absalon Matras í hjálparørindum, hava nú keypt sær egnan buss.
Bussin hevur hann keypt frá Birgir Andreasen, sum hevur keypt sær ein nýggjari buss at nýta til sama endamál.
Ætlan teirra er at fara við bussinum til Ukraina við klæðum og øðrum.
- Vit nevna bussin Neyðhjálparbussurin, og ætlan okkara er at virka sum longdi armurin hjá Absalon Matras, sum hevur Rumeniahjálpina.
Absalon Matras hevur í fleiri ár tikið móti klæðum í kjallaranum í Christianskirkjuni, og tey fara eisini at brúka somu goymslu.
Fólk aðrastaðni í landinum kunnu eisini taka á seg at savna inn klæðir og pakka tey. Longu nú hevur Sunrid Olsen í Hvalba átikið sær at taka ímóti klæðum.
Ansgar Hansen sigur, at hann 16 ferðir hevur verið í Rumenia við Absalon Matras. Jóhanna hevur verið tveir túrar.
- Man verður púra bitin av slíkum arbeiði, sigur Ansgar Hansen.
Absalon Hansen fer sín fyrsta túr til Rumenia í hesi vikuni. Ansgar og Jóhanna Hansen og nøkur fólk aftrat fara til Ukraina 11. apríl.
Tey hava keypt bussin sjálv, men tey vóna at fólk vilja stuðla arbeiðinum fíggjarliga, tí hvør túrur kostar um 25.000 krónur, og haraftrat koma trygging, vegskattur og viðlíkahald.
Bussurin er í góðum standi, og Ansgar Hansen sigur, at tey ætla at bjóða bussin fram, tá ið ferðamannaskipini koma um summarið Hetta er fyri at hjálpa upp á raksturin.