Ógvusliga stríðið millum ísraelar og palestinar hevur tveitt ein myrkan skugga yvir ferðina hjá Ann-Britt Schiller Israeli og hennara familju til heimlandið hjá manninum.
Við sær hava Ann-Britt og maðurin Ronen allar tríggjar døturnar hjá sær, og óttin fyri ófriði og stríði hevur fingið familjuna at broyta ætlan fyri ferðina.
- Vit ætlaðu okkum at ferðast runt í Ísrael til skyldfólk, sum maðurin hevur ymsastaðni, men vit stúra so nógv fyri ófriðinum, at vit í løtuni halda okkum í Tel Aviv, her tað er friðarligt, sigur Ann-Britt.
- Men sjálvt um tað er friðarligt her, sum vit eru, so er ófriður á fólki, og tey stúra fyri, at veruligt kríggj skal bresta á. Fólk eru alla tíðina stand-by, og tey fylgja væl við tíðindunum í fjølmiðlunum.
Á markinum til kríggj
Umfatandi ófriður hevur seinastu vikurnar verið í sjálvstýrandi økjunum hjá palestinum, og hetta hevur eisini havt við sær eina sera spenta støðu í Ísrael.
Nógv fólk hava latið lív seinastu vikurnar, og enn fleiri hava fingið skaða í samanbrestunum millum herfólk hjá ísraelum og palestinar.
Ófriðurin hevur verið á markinum til veruligt kríggj, og í løtuni fer fram eitt umfatandi diplomatiskt virksemi fyri at fáa frið í lag og gongd á aftur friðartilgongdina í økinum, men hetta vísir seg at vera trupult.
Herdeildir og stríðsvognar hjá Ísrael standa til reiðar við sjálvstýrandi palestinsku økini, og hóast ein lítil skái tykist hava verið í stríðnum farnu dagarnar, kann blóðuga stríðið bresta á aftur nær tað skal vera.
Steina eftir bilum og bussum
Ann-Britt og Ronen hava búð í Silkeborg farnu fimm árini, men tey hava tikið farloyvi í tríggjar mánaðir fyri at fara til Ísrael at vitja familjuna hjá manninum.
- Vit komu higar fyri fýra vikum síðani og rendu okkum so at siga beint í ófriðin, tí tað gingu bara nakrir fáir dagar til stríðið brast á. Tað er serliga í tí palestinska økinum, at stríð er, men tað er eisini ófriðarligt í arabiskum býarpørtum í Ísrael, og tað merkir gerandisdagin her, sigur Ann-Britt.
- Vit eru í grundini komin til Ísraels fyri at lata genturnar uppliva landið og at lata familjuna hjá manninum síggja børnini. Tí er tað sera óheppið, at vit enda beint í einum ógvusligum ófriði.
Tær tríggjar genturnar eru fýra, sjey og níggju ára gamlar.
- Ein dagin, tá vit skuldu á ein marknað í Tel Aviv, koyrdi bussurin stóran umveg fyri at sleppa undan at koyra ígjøgnum ein arabiskan býarpart, har vandin allatíðina er fyri, at fólk steina eftir bilum og bussum. Við hvørt avlýsa bussar eisini túrar, so fólk merkja, at tað er ófriður í landinum, greiðir Ann-Britt frá.
Avlýstu ferð norður í landi
Ann-Britt og maðurin ætlaðu sær at vitja familju ymsastaðni í Ísrael, men í løtuni letur hetta seg ikki gera.
- Vit skuldu millum annað vitja eitt systkinabarn hjá Ronen, sum býr millum Jerusalem og Jeriko, men hann ringdi til okkum og mælti okkum frá at koma har, tí steinar, sum arabar høvdu tveitt eftir fólki og bilum, sløddust allastaðni.
- Skulu vit norður í landið, skulu vit koyra ígjøgnum arabiskar býarpartar, og tað kenna vit okkum ikki trygg við at gera. Vit royna at halda okkum burtur frá øllum ófriði.
- Vit hava tí valt at steðga á í Tel Aviv, her vit kenna okkum trygg, og vit royna at fáa sum mest burtur úr her, hóast ófriðurin higartil hevur oyðilagt nakað av ferðini hjá okkum. Vit vóna, at tað verður friðarligt aftur, so vit kunnu fara longur norður í landi at vitja fólk, sigur Ann-Britt.
Vóna friður kemur í lag
Familjan hjá Ann-Britt verður í Ísrael til síðst í november mánaði, og tey hava onga ætlan um at leita heimaftur til Danmarkar áðrenn ta tíð.
- Tað er sera keðiligt við hesum stríðinum, tí tað ávirkar fólk allastaðni. Fjølmiðlarnir gera nógv burtur úr, og tað eru nógvar eyka tíðindasendingar í sjónvarpinum, tí fólk mugu alla tíðina fáa boð um, hvat tað er sum hendir. Støðan er jú so hættislig, at nógv óttast, at veruligt kríggj skal bresta á, sigur Ann-Britt.
- Vit hava ikki merkt ófriðin beinleiðis, og vit hava tað gott her í Tel Aviv, men tað merkist allastaðni, at fólk kenna seg ótrygg við støðuna.
- Nú vóna vit bara, at friður kann koma í lag, so gerandisdagurin kann halda fram sum vanligt, og vit eisini sleppa at vitja familjuna har norðuri í landinum, sigur Ann-Britt Schiller Israeli










