Hóast seks ísfiskatrolarar - harav fýra eru lutfalsliga nýggir - hava landað til fiskavirkið í Saltangará seinasta árið, hevði kortini verið ynskiligt, at virkið í hesum tíðarskeiði hevði fingið meiri rávøru. Virkið arbeiðir bara upsa, og upsaveiðan hevur í longri tíð verið meiri vánalig. Seinastu tíðina hevur fiskiskapurin tó vignast heldur betri, og skip hava gjørt hampiligar túrar.
Tekniski stjórin í Faroe Origin, sum rekur skip og fiskavirkið í Saltangará, vísir á, at nógvur ungfiskur hevur verið at fingið, og tí hava fleiri leiðir eisini verið bráðfeingisstongdar.
- Úrslitið er, at tær upsaleiðir, sum eru opnar, verða tráðroyndar. Hinvegin er tað eitt positivt tekin, at nógvur smáupsi er uppi í veiðini hjá ísfiskatrolarunum.
Eitt ár á baki
David Jacobsen vísir á, at nú er júst eitt ár liðið, síðan Faroe Origin læt fiskavirkið í Saltangará uppaftur.
- Enn er árið ikki endaliga gjørt upp, og tí vil eg í løtuni einki siga um, hvussu hetta fyrsta árið hevur vignast.
Hann sigur, at umleið 80 fólk arbeiða á virkinum í Saltangará, tá mest er at gera.
Virkið sker nakkastykkir úr upsa, sum fara í flamingokassar og fesk av landinum. Hetta er vøra, sum verður virkað úr feskasta fiskinum og fer á týska og franska marknaðin.
- Hini stykkini á upsanum verða fryst, leggur hann aftrat.
Tekniski stjórin í Faroe Origin, David Jacobsen, sigur, at virkið virkar eisini flak, sum eisini verður fryst til útflutnings.










