Fagnaðarrúsur og samhaldsfesti

Em 2020 hevur verið nakað heilt serligt.

EM 2020 hevur verið nakað heilt serligt. Kappingarleisturin, ið fevnir um seks bólkar, 24 lond og  eina skipan, sum loyvir fýra út av seks tríarum víðari úr bólkaspælinum, hevur givið kappingini ein heldur innbjóðandi og solidariskan dám. Lond sum upprunaliga endaðu sum nummar trý í bólkaspælinum hava víst styrki í avgerandi dystum í endaspælinum og hava nevniliga fingið møguleikan til tess, tí struktururin av kappingini loyvir teimum víðari úr bólkaspælinum. Eitt dømi er Ukraina, sum við bert trimum stigum og negativari málúrtøku vann seg víðari sum fjórð besti tríari. Í áttandapartsfinaluni bastu teir Svøríki, sum vann bólk sín við fimm stigum. Hetta merkti at teir brádliga stóðu á Wembley til Em kvartfinaluna – nakað ið fá høvdu væntað.

 

 

 

Tað eru fleiri dømi um hvussu bygnaðurin av Em undankappingini kemur smærri fótbóltstjóðum til góðar. Danska landsliðið, ið fingu eina ræðuliga byrjan uppá kappingina, eru ein av sólskinssøgunum í undankappingini. Stjørnuleikarin Christian Eriksen small um, og danir taptu harafturat fyrsta dystin í bólkaspælinum. Nú hava teir tó veruliga fingið luft undir seglini, og standa teir í semifinaluni, har Ongland verður mótstøðuliðið. Hetta hóast Danska landsliðið hevur tapt tveir av teimum fimm dystunum, ið teir hava leikt.               

 

 

 

Spurningurin ið altjóða fótbóltsheimurin setir, er um kappingin verður ov breið, og um vegurin til EM steypið verður ov lættur- ella kanska heldur tilvildarligur. Grundgevingin fyri 24 liðum heldur enn 16 er hóast alt ikki ítróttarlig, men eitt úrslit av marknaðarligu innlimingini, sum grundar á inntøku og yvirskotið. Fleiri lið gevur fleiri dystir, sum skapar størri inntøku. Samanstoyturin millum marknað og ítrótt er ikki altíð ein sólskinssøga. Hetta sæst í deildarhøpi, har peningaáhugin ofta vinnur á gleðini og kærleikanum til ítróttin. Lokalisering hevur lítlan og ongan týdning meira, og tískil doyr traditionella fjepparamentanin eisini spakuliga út.

 

 

 

EM 2020 umboðar tó nógv av tí, sum er grundarlag fyri heimsins størstu ítróttargrein, nevniliga fagnaðarrúsi og samhaldsfesti. Kappingin hevur savnað tjóðir, fjepparar, og á fleiri hættir prógvað, at fótbóltur er meira enn ítrótturin í sær sjálvum. Fótbóltur er felagsskapur, møguleikar og eldhugi. Hóast tað er nærum ómøguligt at skipa fyri eini altjóða kapping, uttan at politisk áhugamál gera um seg, so hevur EM 2020 sanniliga ikki skuffað neutrala hyggjaran – og vit kunnu fegnast um, at fótbóltssálin eins og gleðin livir á altjóða pallinum enn.