Umborð
Atlantic Navigator landaði í Ánunum hósdagin. Veiðan var 1200 tons av surimi og 430 tons av mjøli. Óvissan um møguligt verkfall á arbeiðsmarknaðinum gjørdi, at tey nú løgdu veiðina upp, so sleppast kann nýggjan túr.
Skipari hendan túrin var Lion Petersen. Á komandi túri verður Brandur Nólsoy skipari.
Ætlandi verður Lion heima tað, ið eftir er at mai, og síðan fer hann umborð aftur á Atlantic Navigator.
- Tað hevur verið eitt sindur truplari at fingið fólk, síðan vit fingu at vita, at skipið gevst í føroyskum sjógvi til heystar.
Og tó; nú mynstrað verður aftur í Fuglafirði (seinasta fríggjakvøld), ivast Lion ikki í, at fólk er á øllum plássum umborð.
Í Fuglafirði tók skipið tungolju, sum brúkt verður til ketlarnar, ið gera dampin til mjølverksmiðjuna.
Lion er uppvaksin í Klaksvík, haðani mamman er, og pápin var av Selatrað. Hann hevur siglt, síðan hann fór úr barnaskúlanum og hevur verið víða um høv, bæði eystanfyri, vestanfyri, norðanfyri og sunnanfyri. Hann eigur nógvar línutúrar á Flemmish Kap, hevur siglt við grønlendingum, norðmonnum, og hann hevur eisini fiskað við Palla hjá Marionnu heilt suðuri við Kerguelen í Suðuríshavinum.
Sum 14 ára gamal fór Lion fyrsta túrin til skips við Norðalduni, ið var bygd á Skála Skipasmiðju. Hetta var ein saltfiskalínubátur av sama slagi sum Borðoyarnes.
- Andras Skarðenni í Klaksvík var skipari, og eg meini, at hesin fyrsti túrurin, eg var við, vardi í seks mánaðir og eina viku, sigur Lion.
Hann heldur ikki, at tíðin fall so ógvuliga long á túrinum og minnist, at teir fingu hampiligt burtur úr.
Saltfiskatúrarnir vóru langir, og skipini gjørdu vanliga tveir túrar um árið. Ofta var steðgurin heima millum túrarnar bert einar tríggjar vikur. Men so ágrýtin var ungi maðurin at sigla, at hann onkuntíð gjørdi onkran stuttan túr við øðrum skipum millum saltfiskatúrarnar.
Pápi hansara, Jákup Matthias Petersen, hevði sum maskinmaður eftirlitið við byggingini av Norðalduni, sum seinni fekk navnið Sigurfarið.
- Pápi var allar túrarnar við Sigurfarinum, til hann legðist upp í 1991. Hann var eisini við syrgiliga túrin, tá teir bjargaðu skipsbrotnum russarum á Flemmish Kap, fleiri á lívi, aðrir deyðir.
Jákup Matthias doyði fyri átta árum síðan.
- Pápi sigldi eisini undir krígnum, har hann misti annað eyga, tá eitt flogfar leyp á skipið, og hann fekk eina splintu í eygað, sigur Lion.
Árini fram til skiparaskúlan í 1976, var Lion bara við línubáti, og hann var soleiðis eisini onkran túrin við Jákupi B á ísfiskaveiði.
Fyrstu ferð, hann førdi skip eftir lokið skiparaprógv, var í 1980, tá teir vóru í Grønlandi við línubátinum Gerðhamri.
- Í 1981 fór eg sum stýrimaður við grønlendskum línubáti. Við vóru bæði føroyingar og grønlendingar við skipinum. Longu tá var toskurin har yviri minkaður.
Seinni fór hann umborð á grønlendskan rækjubát og sigldi hjá sama reiðaríi heilt fram til 1992, bæði sum stýrimaður og skipari.
Í nítiárunum var hann eisini í Afriku og gjørdi eina roynd at veiða havtasku og heyk við bátum, sum Osmund Justinussen átti, og tá hetta virksemi helt uppat, fór hann umborð á Christian í Grótinum, sum tá var komin heimaftur til Føroyar av hesum leiðum.
- Eg var við Christiani í Grótinum í eini tvey ár, til teir keyptu Palla hjá Marionnu, sum fór at fiska rækjur. Vit royndu bæði á Flemmish Kap og í Eysturgrønlandi.
Lion sigur, at 1998 fóru teir við Palla hjá Marionnu í Suðuríshavið at fiska tannfisk, og á leiðini úr Føroyum og suður gjøgnum Atlantarhavið royndu teir ymsastaðni á vegnum, bæði við línu, troli og flótitroli.
- Vit gjørdu skipið klárt til tannfiskaveiði í Whalwis Bay í Namibia. Vit fóru tilsamans 28 mans við skipinum, harav einir 14-16 føroyingar. Túgvusteinur hjá Thor, sum Hans Andrias Joensen í Hósvík, førdi, royndi eisini á leiðunum sunnanfyri. Onnur skip vóru norsk, og eisini her vóru føroyingar millum menninar umborð.
Lion sigur, at teir á hesum túri komu heilt eystur móti fjarskotnu Kerguelen Island í Suðuríshavinum.
- Tað gekk ógvuliga væl at fiska, og vit fyltu skipið við skráskornum og frystum tannfiski eftir 18 døgum. Veiðan vá umleið 230 tons, sum vit løgdu upp í Mauritius. Siglitíðin til lands var eini 6-7 samdøgur, og vit møttu bert einum farmaskipi á heimferðini.
Hann sigur, at hetta var tíðliga um summarið í Føroyum, tá tað er ringasti vetur har á leiðini.
- Aldurnar gerast ógvusligar á heusm leiðum, tí næstan óendaliga langt er til næsta land, sigur Lion.
Hetta var ein langur túrur við Palla hjá Marionnu – heilt úr Føroyum í Suðuríshavið, og heimaftur komin til Føroya, fór Lion sum stýrimaður og seinni sum skipari við norskum rækjubáti, og har sigldi hann fram til 2002.
Lion Petersen fór við Nærabergi í 2002 og gjørdist fastur skipari í 2004.
- Tíðin við Nærabergi og seinni Atlantic Navigator hevur verið heilt fantastisk – ja, ein tann besta í míni tíð á sjónum. Tað er ógvuliga syrgiligt, at hetta skal enda nú, og eingin av okkum skilir rættiliga hví. Vit trúgva øll upp á hetta, men hava ongan møguleika at gera nakað við tað. Avgerðin liggur ikki í okkara hondum, sigur Lion Petersen, skipari, at enda.










