serliga sannførandi ímóti GÍ, men tá bar til at siga, at mótstøðan var so stór, sum tað er møguleiki fyri, at hon kann vera heima á klettunum. B71 telist ímillum botnliðini, og tí átti tað at verið møguleiki [...] hálvleiki bóltin í NSÍ málið. Eftir fínt uppspæl átti Julian Floresco síðsta fótin á. Dómarin kolldømdi fyri rangstøðu, men tað vóru teir í B71 ikki serliga fegnir um. Teir illneitaðust eisini í einari aðrari [...] Petersen sendi Christian Høgna Jacobsen avstað, og landsliðsmaðurin trillaði upp á tvørs til púra leysa Ken Nónklett, ið hevði lætt við at skora og harvið staðfesta sigurin. Ímóti HB á heimavølli var hann eisini
annað fekk 11 og hitt 12 stikk. Á heimasíðuni hjá WBF er frekvenstalva gjørd fyri hvørt spælið sær. Tað vanligasta úrslitið fyri hetta spælið var 450 til NS, t.v.s. 4hj við 11 stikkum. Ikki færri enn 1126 [...] ljós. Besta skora til EV var 1400! Toppurin fyri eitt spæl hesari stóru kappingini var 5920. Tey pørini, sum meldaðu og vunnu hendan slemmin, fingu 5671,6 stig fyri hetta spælið. Hetlendingar vitjaðu Í seinastu [...] og íslendskum bridgespælarum. Sunnukvøldið fekk Bridgehúsið vitjan av hetlendingunum. Skipað var fyri einari opnari parakapping, og gjørdist hetta eitt avbera hugnaligt kvøld, ið væl kann vera byrjanin
vøllinum vórðu valdar í staðin fyri blankt fríspælandi stikkbóltar, og í 1. hálvleiki valdi Sjúrður Jacobsen at stúta diagonalan frísparksbólt úr høgru tvørturum aftur í staðin fyri at royna sjálvur í handara [...] ov vánaligur. Í 2. hálvleiki broyttu teir til 4?4?2. Ken Nónklett kom inn í álopið, og hann hevði bara verið á vøllinum í seks minuttir, tá hann fyri opnum máli við handara stólpan umsetti flatt innlegg [...] vikurnar at leita eftir spælinum, sum fyri trimum og fýra vikum síðani tóktist fara at bera langt. NSÍ- HB 2-1 (1-1) 1-0: Sonni L. Petersen 2 1-1: Uni Arge 12 2-1: Ken Nónklett 52 Dómari: Petur Hansen (LÍF)
óttin fyri einum tapi, sum gjørdi hetta, men við at søkka somikið langt aftur, gjørdu teir tilveru sína alt meira torføra. Bólturin ferðaðiast alt meira í brotsteiginum, og tíggju minuttir fyri leiklok [...] megnaði at skap nakað av stýring á, men annars var talan fyri tað mesta um trýst og einki annað. Hinvegin sýndu vágamenn, at teir kanska eru betri fyri í ár, enn teir vóru í fjør. Gaman í er ikki nógv fólk [...] Jens Martin Knudsen, men í hesum høvdu teir av álvara forroknað seg. Kim Poulsen stríðist vanliga fyri hvønn bólt, og tað gjørdi hann eisini hesa ferð. Hann megnaði at stýra bóltinum yvir til Robert B
bragdliga fyri og trýstu nógv fyrsta korterið. Men LÍF hevur eina góða verju, og tvær ferðir bjargaði Allan Joensen í LÍF málinum meistarliga væl. Onnur royndin kom frá Bergi Djurhuus, og hina átti Ken Nónklett [...] Sumba til Leirvíkar. Teir hava fleiri ferðir syrgt fyri, at LÍF og Harry Benjaminsen ikki hava rokkið bestu deildini. Men nú tykjast vánirnar vera góðar fyri, at tað fer at eydnast leirvíkingum at enda omaná [...] spælið bleiv meiri skipað, og tá tað restaði eitt korter fekk LÍF mál. Magnus Skoralíð var meistari fyri tí, tá hann úr støðu eitt sindur til høgru dygst uttanvert brotsteigin sendi framvið manngarðinum
besta liðnum hjá NSÍ. Millum teir, sum leygardagin tuskaðu nógv við Løkin vóru tvíburðarnir Jan og Ken Nónklett. Tað var Jan, sum varð feldur, tá NSI fekk brotsspark, og Bergur Hansen umsetti til 1?0. Bogi [...] málverjan, sum hevði tveitt seg, og Jan Nónklett var fyrstur á returinum. HB royndi at leggja trýst á fyri at javna, men teir megnaðu ongantíð rættuliga at leggja trýst á NSÍ málið, har Jákup Martin Hansen
ár hevur verið rættiliga væl fyri. Liðini hittust tvær ferðir í bólkaspælinum, og hóast KÍ vann hesar báðar dystirnar, so bendi avrikið hjá ÍF tá á, at liðið er betri fyri, enn teir hava verið seinnu árini [...] fyrst hevði snýtt ein fuglfirðing á miðvøllinum, fyri síðani at stinga fram til ein púra leysan Ova Nysted, sum kundi rullað í málið, eftir at hava rundað Ken Bærendsen í ÍF málinum. Bert fimm minuttir seinni [...] seinni økti heimaliðið um leiðsluna, men hesa ferð var tað við góðari hjálp frá Ken Bærendsen í ÍF-málinum. Hjalgrím Elttør sendi eitt skot móti málinum. Í fyrstu atløgu støkk bólturin á tvørstongina, men
tveir tættar dystir ímóti B68, og at teir hava vunnið tvær ferðir ímóti B71. Ivamálið hvat KÍ stendur fyri, tá nógv leikar á, var sjónskt leygardagin, tá ÍF var í Klaksvík. Fuglfirðingar spæla í 2. deild, [...] um, miðvallarin Símun Joensen, staðfesti til 4?1, tá hann við fínum dúkkandi skoti sendi omanfyri Ken Bærentsen í ÍF málinum. Breitt grundarlag Merkisvert hevur tað í páskadystunum verið, at fleiri av [...] hevur ikki spælt nógv, tí hann hevur havt trupulleikar við rivjabeininum, og Símun Waag Høgnesen, sum fyri stuttum er komin aftur av flatlondum, er eisini skaddur. Umframt omanfyri nevndu ungu menninar hevur
Men fyri aðru ferð noyddust teir at lata sær tepurt tap lynda ímóti liði úr bestu deildini Fyri aðru ferð endaði ÍF á heimavølli undir í stríði við lið úr bestu deildini. Fyri fjúrtan døgum síðani var [...] ímóti KÍ. Ken Bærentsen hevur gott hegni og fínt bólteyga, men hann hevur fyri tað mesta verið úti á vøllinum. Í málmans neyðini hevur Pauli Jarnskor sett veteranin millum stólparnar, og Ken var sera [...] uppspælinum hjá ÍF, og Mortan Thomsen kom fleiri ferðir ígjøgnum í vinstru síðu. Á ÍF liðnum vóru Ken Bærentsen ? Torstein Joensen, Áki Petersen, Tomek Przybilski ? Árni R. Petersen, Eyðolvur Petersen
Orkestrið GHM úr Havn og Nes Sóknar Musikkfelag av Skálafjørðinum spæla vakran konserttónleik fyri blásarar sunnudagin 18. mars. Konsertirnar verða í Fríðrikskirkjuni á Toftum kl 16:00 og í Vesturkirkjuni [...] traditionel føroysk og útlendsk løg eins og okkurt andaligt lag. Ein partur av tónleikinum er skipaður fyri orkestur og annað er upprunaligt. Umframt orkestrini bæði, leikar ein floytu- og klarinettrio, við [...] , tónleik eftir Joseph Haydn. Einir 50 tónleikarar verða við á framførslunum Venjarar hjá GHM eru Ken Jones og Andrea Heindriksdóttir Martin Mouritsen er venjari hjá báðum orkestrunum og stjórnar teimum