LÍF hevur enn ikki tapt

Leirvíkingar hava enn ikki tapt í landskappingini hetta árið, og leygardagin vunnu teir týdningarmkla heimadystin móti NSÍ


 

2. deild

 

Leirvíkingar vórðu ikki undan kappingarbyrjan roknaðir ímillum favorittarnar í næstbestu deildini. Men tað hevur hilnast væl hjá Harry Benjaminsen og hansara monnum.

Leygardagin høvdu teir vitjan av teimum næstbestu hjá NSÍ. Talan var um eina tætta uppgerð, har nógv stríð var um miðvøllin. Ungu NSÍ menninir løgdu sera bragdliga fyri og trýstu nógv fyrsta korterið. Men LÍF hevur eina góða verju, og tvær ferðir bjargaði Allan Joensen í LÍF málinum meistarliga væl. Onnur royndin kom frá Bergi Djurhuus, og hina átti Ken Nónklett.

Leirvíkingar vóru ikki so lítið skerdir. Teir báðir fremstu álopsmenninir, Jonhard Høgnesen og Kristian í Vági, vóru ikki við, og tað hevði við sær, at tað var neyðugt at brúka spælarar í fremstu røð, sum ikki eru vanir at vera so frammarlaga.

Í fjør var pólverjin Mirek Gil góður á LÍF miðvøllinum. Hann hevur ikki verið við í teimum báðum fyrstu umførunum. Mikudagin kom hann aftur til Leirvíkar, og tá tað restaði ein hálvur tími ímóti NSÍ, varð hann settur inn. Tað hevði við sær, at spælið bleiv meiri skipað, og tá tað restaði eitt korter fekk LÍF mál. Magnus Skoralíð var meistari fyri tí, tá hann úr støðu eitt sindur til høgru dygst uttanvert brotsteigin sendi framvið manngarðinum hjá NSÍ og í málhornið aftanfyri Jákup Martin Hansen, sum annars royndist væl í NSÍ málinum.

Magnus Skoralíð hevði frammanundan havt ein góðan stútara dygst framvið málinum, og bæði Hanus Lervig og Fróði Joensen høvdu eisini góðar møguleikar.

Komandi vikurnar vera spennandi hjá LÍF. Leygardagin skulu teir í Gundadal at spæla ímóti HB, og so eru tveir heimadystir á skránni. Fyrst fáa teir vitjan av Skála, sum hevur fingið eina kanón byrjan í ár, og síðani koma niðurflytararnir úr Sumba til Leirvíkar. Teir hava fleiri ferðir syrgt fyri, at LÍF og Harry Benjaminsen ikki hava rokkið bestu deildini. Men nú tykjast vánirnar vera góðar fyri, at tað fer at eydnast leirvíkingum at enda omaná.

 

LÍF-NSÍ 1-0 (0-0)

1-0: Magnus Skoralíð