World Wide Simultan

Nærum 14.000 spælarar úr 56 londum tóku lut í heimsumfatandi simultankappingini í bridge


 

BRIDGE


Unglingalandsliðsleikararnir Gunnar Mouritsen og Høgni Vesturklett vunnu tann føroyska partin av WBF simultan kappingini. Kappingin var í Bridgehúsinum fríggjakvøldið 1. juni.

14 pør spældu við í kappingini her hjá okkum, og tað má metast vera góð undirtøka hesa tíðina av árinum. Spæld vóru 39 spøl, har tey 36 taldu við í altjóða kappingini.

Tilsamans 13.820 leikarar, 364 feløg úr 56 londum spældu hesi spølini kring heimin hetta kvøldið. Á heimasíðuni (www.worldbridge.org) hjá WBF sæst, at Gunnar og Høgni endaðu samanlagt sum nr 493. Teir skoraðu gott 60%. Parið, sum vann kappingina samanlagt, eitt enskt par, skoraði 74,46%.

Úrslitið frá simultan kappingini í Bridgehúsinum var hetta:


Gunnar Mouritsen - Høgni Vesturklett 272

Kaj Alstrup - Magni Jøkladal 264

Jórun Johannesen - Súsanna Martinsdóttir 261

Atli Hansen - Jógvan Ranghamar 247

Robert Langgaard - Eyðun Anthoniussen 241

Hallgerð Hansen - Ásla Weihe 238

Helgi Joensen - Eyðun Joensen 238

Hervør Isaksen - Inga Ellingsgaard 235

Árant Berjastein - Dia Jacobsen 233

Oddmar Danielsen - Henriette Svenstrup 224

Hannis Jacobsen - Petur S. Rasmussen 211

Rói á Rógvu Joensen - Hans Jacob Petersen 205

Carl Mikkelsen - Reimund Langgaard 202

Jens Pauli G. Nolsøe - Høgni Hansen 201


Tað vóru nógv áhugaverd spøl í hesi kappingini. Vit skulu her síggja eitt av teimum:


Nr 6

E/EV

S J10

H KQ1098

D AQJ6

C K7

S A72

H 652

D 42

C QJ1092 S Q9854

H 3

D K109853

C 8

S K63

H AJ74

D 7

C A6543


Vit skulu síggja, hvussu meldað var við borðið, har Árant Berjastein og Dia Jacobsen sótu:


V N E S

Árant Dia

- - pass 1 kl

pass 1 hj pass 3 hj

pass 3 sp* pass 4 rú**

pass 6 hj pass pass

pass


* Trelde spyrjimelding.

** Lovar kontrol í spaðara og tvey ess.


Árant spældi hetta spælið væl. Hann fekk kleyvara út, tók eina ferð trumf og fór síðan undir at krosstrumfa rútara og kleyvara. Tá hann seinni gjørdi rætt í spaðara, vann hann kontraktina.


Tað kundi vera áhugavert at sammett úrslitini av hesum spælinum í føroysku kappingini við úrslitini aðrastaðni. Av teimum sjey borðunum í Bridgehúsinum meldaðu fimm pør 6 hj, tvey pør vunnu slemmin og trý fóru niður. Hitt parið, sum vann slemmin, var Hallgerð Hansen og Ásla Weihe. Tvey pør komu í 4hj, har annað fekk 11 og hitt 12 stikk.

Á heimasíðuni hjá WBF er frekvenstalva gjørd fyri hvørt spælið sær. Tað vanligasta úrslitið fyri hetta spælið var 450 til NS, t.v.s. 4hj við 11 stikkum. Ikki færri enn 1126 pør fingu hetta úrslitið. 515 pør fóru niður í slemmkontrakt, og einans 187 pør vunnu slemmin.

Í einari tílíkari stórari kapping koma altíð onkur løgin úrslit. Eitt NS par fekk skoruna 4200 og eitt annað fekk 3400. Hvat EV hava gjørt, er ikki gott at vita, men duplaðir hava teir so verið, og møguliga hevur eisini ein vónleys redupling sæð dagsins ljós. Besta skora til EV var 1400!

Toppurin fyri eitt spæl hesari stóru kappingini var 5920. Tey pørini, sum meldaðu og vunnu hendan slemmin, fingu 5671,6 stig fyri hetta spælið.


Hetlendingar vitjaðu

Í seinastu viku høvdu klaksvíkingar vitjan av hetlendskum og íslendskum bridgespælarum. Sunnukvøldið fekk Bridgehúsið vitjan av hetlendingunum. Skipað var fyri einari opnari parakapping, og gjørdist hetta eitt avbera hugnaligt kvøld, ið væl kann vera byrjanin til at varandi vinarlag og bridgesamstarv millum hesi grannalondini. Úrslitini vóru hesi:


Høgni Vesturklett - Gunnar Mouritsen 141

Hans Jacob Petersen - Arnbjørn Sivertsen 138

Reimund Langgaard - Carl Mikkelsen 134

Ken - Heather (Hetland) 132

Bogi Simonsen - Rói á Rógvu Joensen 130

Hallberg Arnfríðsson - Finn Ougaard 130

Garry - Ian (Hetland) 122

Marjun Restorff - Jórun Johannesen 113

Kaj Alstrup - Michael Jensen 97

Murial - Penelope (Hetland) 96

Ásla Weihe - Hallgerð Hansen 87