NSÍ spældi HB av vøllinum

Avrikið hjá teimum gulu og bláu var nógv tað mest sannførandi í ár, meðan hvítklæddu HB menninir vóru langt frá støðinum, sum í fyrstu umførunum bar sannførandi sigrar við sær

 

Fótbóltur


HB varð sunnudagin sent til hús úr Runavík við tapi. Eitt er, at HB tapti, men nakað annað er mátin, sum teir taptu uppá. Fyri einum mánað síðani og minni enn tað, tá fyrstu umførini í landskappingini vóru á skránni, sýndu teir í HB spæligleði, bólthaldarin hevði altíð fleiri møguleikar at senda víðari, og í verjuspælinum vóru teir sera sannførandi.

Nógv er broytt síðani tá. Í Runavík var talan um ein ellivu manna flokk, sum tóktist uppgevandi. Á miðvøllinum vóru teir undirmannaðir og lógu langt frá mótstøðumonnunum. Rúni Nolsøe var sera verjukendur og als ikki í stýrandi leiklutinum, sum hann plagar at hava. Í borðunum vóru teir ótryggari, enn teir hava verið, og í miðverjuni bilaði nógv.

Uni Arge og Bárður Mortansson fingu lítið at arbeiða við, og teir formáddu sær ikki serliga nógv ímóti NSÍ verjuni við Dániali Hansen á odda, tá teir endiliga fingu bóltin.

Men áðrenn vit fara at rósa NSÍ, eiga vit at leggja afturat, at tað var um reppið, at HB fekk um endan og legði seg framum bæði við einum og tveimum málum. Um tað hevði eydnast, so hevði talan ivaleyst verið um heilt øðrvísi dyst.

Trettan minuttir vóru farnir, tá Uni Arge javnaði til 1?1. Allan Mørkøre, sum annars ikki hevði serliga eyðsýndan leiklut hesa ferð, fekk góðan diagonalbólt frá Rúna Nolsøe og út í høgra borð, hann dróg langt fram og langaði flatt innfyri. Skotroyndin hjá Bárði Mortanssyni tóktist hálvkiksað, men Uni Arge var á rætta staðnum røttu løtuna og beindi bóltinum í málið.

Tíggju minuttir seinni heilkiksaði Arnfinn Langgaard sending tvørturum. Uni Arge setti ferð á, men á brotsteigarmarkinum vardi Jens Martin Knudsen við beinparadu. Og løtu seinni var Jens Martin aftur bjargingarmaðurin. NSÍ misti í uppspæli í vinstru, Allan Mørkøre setti ferð á í brotsteigin, flatu skotroyndini bilti einki, men málverjin bjargaði meistarliga.


Spældu fótbólt

Heimasigurin átti í tølum at havt verið nógv meiri sannførandi enn 2?1. NSÍ hevði stóra leikliga yvirvág, í longum løtum spældu teir sera væl. Høvdu teir ikki verið so strongdir, tá álopini skuldu avsluttast, so kundu teir havt fingið fleiri upplagdar møguleikar og ivaleyst fleiri mál. Skotroyndir langt úti av vøllinum vórðu valdar í staðin fyri blankt fríspælandi stikkbóltar, og í 1. hálvleiki valdi Sjúrður Jacobsen at stúta diagonalan frísparksbólt úr høgru tvørturum aftur í staðin fyri at royna sjálvur í handara síðunetið.

NSÍ spældi ofta hugflogsríkt. Hesa ferð vóru bóltspælararnir Brynjolvur Nielsen, Ian Højgaard, Sjúrður Jacosben og Eddie Mikkelsen á miðvøllinum, meðan Sonni L. Petersen var einsamallur á toppinum (Christian Høgni Jacobsen var ikki við). Miðvallararnir dusaðu sær, tí teir vóru yvirmannaðir. Sammett við fyrr í ár var talan um nógv tað mest sannførandi spælavrikið. Eitt tvey samanspæl, yvirlapp, diagonalar sendingar og meiri av tí slagnum sást aftur og aftur, og serliga fyrra partin av fyrrra umfarinum eltu heimamenninir HB alla staðni á vøllinum, tá gestirnir høvdu bóltin. Tað kom ikki væl við hjá HB.


Heimamálini

NSÍ kom á odda beinanvegin. Eddie Mikkelsen royndi við skoti, Bárður Johannesen hálvbjargaði, og Sonni L. Petersen, sum er við at mennast til ein eftir føroyskum viðurskiftum fínan álopsmann, stýrdi bóltinum í kassan.

Sum 1. hálvleikur leið, fór ferðin eitt sindur niður, men í 2. hálvleiki var munurin so eyðsýndur, at HB menninir í mótloysi fóru at yppa øksl, veipa við ørmunum og hyggja upp á dómaran.

Ein av trupulleikunum hjá NSÍ er, at teir hava eini trý punkt, har bóltførleikin er alt ov vánaligur. Í 2. hálvleiki broyttu teir til 4?4?2. Ken Nónklett kom inn í álopið, og hann hevði bara verið á vøllinum í seks minuttir, tá hann fyri opnum máli við handara stólpan umsetti flatt innlegg úr vinstru til sigursmálið.Uppspælið byrjaði aftarlaga í vinstru. Ian Højgaard og Sjúrður Jacobsen, sum vóru teir, ið stóðu sterkast í myndini á heimaliðnum, vóru uppií.


Tørva royndir

Sum tíðin leið, royndi HB at spenna álopsbogan. Tað var ein smeitur, at Hans á Lag longu undan steðginum noyddist at fara burturúr. Rógvi Jacobsen fór í miðverjuna at hjálpa Jón Róa Jacobsen. Teir høvdu báðir komið væl við longri frammi á vøllinum.

Tá 25 minuttir vóru eftir, fór Jón Rói í álopið fyri Bárður Mortansson, og Eyðfinn Fjalsbak kom í miðverjuna. Men HB megnaði ongantíð rættuliga at kroysta NSÍ.

Síðstu løtuna sást væl, at teir í NSÍ ikki hava nógvar royndir í at halda tørn. Jens Martin Knudsen døllaði sær, tá hann skuldi taka málspark, og Sjúrður Jacobsen fekk gult kort, tí tað tók ov langa tíð at taka eitt innkast. Men spælið var ikki, sum tað átti at havt verið í sovornari støðu. Í staðin fyri at gera nyttu burturúr tamarhaldinum, sum teir høvdu á miðvøllinum, so vóru teir á heimaliðnum alt ov málfokuseraðir. Tí vóru álopini skjótt avgreitt, og harvið góvu teir bóltin aftur til HB.

Ikki minst tá HB var vorðið undirmannað, eftir at Allan Mørkøre hevði sæð reytt fyri púra óneyðugu takling, áttu líkindini at havt verið góð til eitt tvey samanspæl og síðuskift hjá NSÍ. Men tað leggja teir vertin í nú. NSÍ spældi seg ? við undirstriking av spældi ? til trý týdningarmikil stig. Og í HB mugu teir brúka tær báðar næstu vikurnar at leita eftir spælinum, sum fyri trimum og fýra vikum síðani tóktist fara at bera langt.


NSÍ- HB 2-1 (1-1)

1-0: Sonni L. Petersen 2

1-1: Uni Arge 12

2-1: Ken Nónklett 52


Dómari: Petur Hansen (LÍF)


NSÍ: Jens Martin Knudsen ? Rúni Rasmussen, Arnfinn Langgaard, Dánial Hansen, Jónstein Petersen ? Elian Hansen, Brynjolvur Nielsen, Ian Højgaard, Eddie Mikkelsen, Sjúrður Jacobsen ? Sonni L. Petersen

HB: Bárður Johannesen ? Bárður Christiansen, Hans á Lag, Jón Rói Jacobsen, Janus M. Joensen ? Allan Mørkøre, Rúni Nolsøe, Rógvi Jacobsen, Hallur Danielsen ? Uni Arge, Bárður Mortansson