Seinasta umfar í +konto súkklukappingini var á ólavsøku, og hóast Bogi Kristiansen vann hesa kappingina, so var Gunnar Dahl-Olsen greiður vinnari í samanløgdu støðuna.
Seinastu árini hevur tað verið afturvendandi táttur á summarstevnunum, at føroysku súkklararnir hava kappast í eini Grand Prix kapping, har tann, sum stendur seg best í teimum seks kappingunum, vinnur.
Í ár hevur Gunnar Dahl-Olsen skarað framúr í hesi kappingini, men hann fekk harða kapping í seinasta umfarinum, sum var fríggjakvøldið.
Bogi Kristiansen, sum vann Statoil kring Føroyar, var við í kappingini, og somuleiðis vóru tríggir danskir súkklarar.
Eingin av hesum kundi tó gera seg galdandi í samaløgdu kappingini, tí her var Gunnar Dahl-Olsen greitt á odda, meðan Esmar Joensen.
Bogi stakk av
Í seinasta umfari varð súkklað í 50 minuttir og eitt umfar, og kappingin gekk fyri seg í Havnini.
Jóhann Brend legði harðliga fyri, og hann var á odda í nøkur umfør, áðrenn hann varð tikin av millum annað av Boga Kristiansen og Gunnari Dahl-Olsen.
Móti endanum av kappingini stakk Bogi Kristiansen av frá hinum, og tað eydnaðist honum at rýma.
Hann kom einsamallur á mál, og tryggjaði sær harvið sigurin í seinasta umfarinum av +konto kappingini.
Gunnar Dahl-Olsen, Ken Holmquist Olsen og Jóhann Brend komu síðani á mál, meðan Esmar Joensen kom í næsta bólkinum.
Kappingin endaði við, at Gunnar vann við 154 stigum, meðan Esmar Joensen var nummar tvey við 116 stigum. Sverri Mohr Edvinsson var nummar trý við 110 stigum.










