So steðgaði KÍ

NSÍ-KÍ 3-2 (1-1):

Eftir at teir síðani summarsteðgin hava otað seg upp móti bronsuplássinum, máttu teir eftir tapið í Runavík ásanna, at talan neyvan verður um heiðursmerki í ár

 

Fótbóltur


Eftir at KÍ seinastu vikurnar hevur gjørt um seg á stigatalvuni, vóru fólk í Klaksvík so smátt farin at hugsa um møguleikan fyri heiðursmerkjum hetta kappingarárið. Ein møguleiki, sum annars tóktist rættiliga fjarður eftir vánaligu byrjanina upp á árið.

Skuldi hetta gerast so, var tó neyðugt við einum sigri í Runavík, og hóast KÍ vanliga hevur havt tað trupult móti NSÍ, so vóru fortreytirnar fyri hesum rættiliga góðar hesa ferð móti einum NSÍ liðið, sum hevur lítið annað enn æruna at spæla fyri, tað sum eftir er av kappingini.


Hugburðurin bilaði

KÍ liðið hevur hinvegin havt ein sera góðan hugburð síðani summarsteðin. Leikararnir hava fyrst og fremst staðið væl saman sum eitt lið, og hetta hevur so eisini viðført, at sjálvt spælið á vøllinum hevur gingið betri.

Sunnudagin var tó sum KÍ fyri eina tíð hevði gloymt alt um stríðsviljan og ágangandi fótbóltsspælið. Teir høvdu høvdu bóltin nógv í Runavíkini, men tað var tó sera sjáldan, at talan gjørdist um nakrar vandastøður framman fyri málið hjá Jens Martini Knudsen.

Hinvegin vóru runavíkingarnir sera beinraknir, tá teir settu ferð á niðaneftir. Ferð eftir ferð varð KÍ verjan tagað sundur av longum sendingum út í borðini, men teir heilt opnu møguleikarnir gjørdist talan tó ikki um.

Dysturin tók tó eina brádliga vend um miðjan hálvleikin, tá jugoslaviski álopsmaðurin hjá KÍ, Alexander Djordjevic, tók málið í at kalla egnar hendur. Skjótt samanspæl í borðinum endaði við, at Alexander smoygdi sær leysan av verjuni hjá runavíkingum, og einsamallur við Jens Martini sendi hann bóltin í meskarnar.

Hetta gav klaksvíkingum eitt sindur av luft undir veingirnar, og næstu løtuna gekk at kall alt spælið fyri seg niðri við NSÍ-brotsteigin.

Verjan við Djóna N. Joensen og Arnfinni Lannggard megnaði tó at halda tørn, og brádliga fingui runavíkingarnir málið, sum mest sum burtur úr ongum fekk teir inn aftur í dystin.

KÍ misti bóltin í uppspælinum høgru megin, og eftir at runavíkingar sera skjótt spældu seg ígjøgnum, stóð Gert Langgard leysur í brotsteiginum og langaði bóltin í málið.


Sjúrður avgjørdi

Runavíkingar kundu tí halda høvdið nakað hægri, tá farið varð til hálvleiks, og tað var sjónligt, at teir í seinna hálvleiki høvdu fingið tamarhald á aftur spælið.

Vengrirnir vórðu aftur nógv nýttir, og ikki minst hevði Eddie Mikkelsen víðar ræsur í vinstru, men mest sum hvørja ferð varð seinasta sendingni ov óneyv, soleiðis at runavíkingarnir ikki fingu spælt seg til opnar møguleikar.

Tað bragdaði tó um miðjan hálvleikin, eftir ta Ken Nónklett, sum var einsamallur á toppinum, varð feldur á veg inn í KÍ brotsteigin. Dómarin dømdi fríspark á brotsteigarmarkinum, og Sjúrður Jacobsen varð settur at skjóta. Manngarðurin hjá KÍ stóð helst ikki akkurát soleiðis, sum hann skuldi gera, og uttan at hugsa stórvegis um at skrúva bóltin, bankaði Sjúrður bóltin upp undir nettakið uttan at Meinhardt Joensen fekk gjørt nakað sum helst við skotið.


Abraham aftur á vølli

Runavíkingar vórðu nú greitt við yvirlutan. Partur av spæliætlanini var at yvirfólka miðvøllin, og hetta tóktist eisini at rigga heilt væl, soleiðis at KÍ als ikki fekk glið á sítt álopsspæl.

Harafturat kemur, at NSÍ til dystin hevði gjørt nýtslu av einum gomlum trumfi. Abraham Løkin kundi væl verið pápi at fleiri av spælarunum á vøllinum, men hóast hetta, so spældi hann í samfullar 90 minuttir sunnudagin, og hann stóð heldur ikki pettið aftan fyri hinar leikararnar. Hann vann hópin av bóltum. Tók ábyrgd á seg, tá spælið skuldi skipast, og drúgvu royndir hansara gera so eisini, at tað er ikki annað enn náttúrligt, at tað er hann, sum hevur leiðandi leiklutin á miðvøllinum.

KÍ royndi at broyta eitt sindur upp á liðið, til tess at koma inn aftur í dystin, og partvíst eydnaðist hetta eisini við innskiftingunum av teimum báðu hálvskaddu Allan Joensen og Hjalgrím Elttør. Serliga gav Hjalgrím NSÍ verjuni trupulleikar, men mál spurdist tó einki burturúr, og ístaðin kundu runavíkingar so avgera, tá fimm minuttir vóru eftir at spæla. KÍ misti enn eina ferð í uppspælinum. Bóltuirn støkk til Sjúrð Jacobsen, sum gjørdi skjótt av og smekkaði til.

KÍ fekk eina lítla troyst móti endanum, tá brotsspark varð dømt móti runavíkingum, men hóast Kurt var ósvikaliga tryggur úr ellivu metrum, so vendist ikki. Runavíkingar fingu ikki stórt meira enn givið bóltin uppaftur, so hevði dómarin blást dystin av.


Ov tunt

Sum nevnt í byrjanini, so høvdu runavíkingar lítið annað enn æruna at spæla fyri, og tí er tað helst avmarkað, hvat teir kunnu nýta sigurin á klaksvíkingunum til.

Hinvegin er lítið at ivast í, at klaksvíkingar munnu iðra seg um stigamissin, sum viðførdi, at teir meira ella minni mistu sambandið við bronsumerkini.

Hetta speglar tó eisini ein stóran trupulleika, sum KÍ hevur havt at dragast við. Nevnliga at hópurin er sera tunnur, og at spælið tí gerst ógvuliga óstøðugt, um einstakir leikarar resta í. Hesa ferð tóktist saknurin í Hjalgrími Elttør sjónligur. Hann fekk ein snudd á landsliðsferðini, og at hann kortini varð sendir á vøllin, boðar eisini frá lítlu breiddini, sum hópurin hevur.

Hinvegin er einki dulsmál, at fyri ein part er talan hjá KÍ um leikarar, sum felagið kann fáa gleði av nógv ár fram í tíðina og megnar felagið at byggja víðari á teirra herðar, sum helst eru vorðnir nakað breiðari í ár, so er kanska als ikki so langur vegur, áðrenn KÍ aftur fer at hava ein leiklut í føroyska fótbóltsoddinum.


NSÍ-KÍ 3-2 (1-1)

0-1: Aleksandar Djordjevic 23

1-1: Gert Langgaard 36

2-1: Sjúrður Jacobsen 69

3-1: Sjúrður Jacobsen 86

3-2: Kurt Mørkøre (br.) 89


Dómari: Jens Petur Brattalíð (VB)


NSÍ: Jens Martin Knudsen ? Kári Hansen, Djóni N. Joensen, Arnfinn Langgaard, Jónsstein Petersen ? Gert Langgaard, Sjúrður Jacobsen, Abraham Løkin, Ian Højgaard, Eddie Mikkelsen ? Ken Nónklett

KÍ: Meinhardt Joensen ? Ove Nysted, Jan Andreasen, Andreas Jacobsen ? Harley Bertholdsen, Jan Andreasen, Fríðin Ziskason, Tomislav Sivic, Atli Danielsen ? Kurt Mørkøre, Alexander Djordjevic