Tað er sum at vinna FM

Gamli verjuspælarin hjá gøtumonnum, sum nú er álopsálit hjá EB/Streymi, var aftur sunnudagin maðurin, sum avgjørdi

 

Fótbóltur


Síðani á norðoyarstevnu hevur tað verið gott fótbóltslag í Sundalagnum og á Eiði. Og sunnudagin gjørdist lagið uppaftur betri, tí tá eydnaðist tað EB/Streymi at vinna á heimavølli fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum.

Einasta málið fingu teir, tá eitt stórt korter var farið. Soran Anghel sendi horna innfyri úr vinstru, og enn eina ferð vísti Jón Sigurd Gleðisheygg, at tað liðið, sum letur hann standa púra leysan mitt fyri og fimm metrar úr málinum, tað verður sektað. Jón Sigurd drønstútaði, so bólturin fór í málið, og tað vísti seg at vera nóg mikið til sigurin og øll stigini.


Sum at vinna FM

Í 1986 var Jón Sigurd Gleðisheygg, sum tá var 19 ára gamal, ein av verjuspælarunum á GÍ liðnum, sum vann FM. Hann var á liðnum í Gøtu inntil hann í 1991 flutti til Danmarkar. Í 1997 kom hann aftur til Føroya. Hann búsettist í Sundalagnum og var í fjør við til at hjálpa EB/Streymi upp í bestu deildina ? sum álopsspælari.

? Tað var stuttligt í fjør, og tað er sera hugaligt, at tað hevur gingið so frægt í ár, sum tað hevur gjørt. Vit eru væl greiðir yvir, at tað verður ikki okkara lutur at kappast um heiðursmerkini. Fyri at teljast ímillum tey bestu, so er neyðugt, at tú hevur einar fimm spælarar, sum í fleiri ár hava spælt í bestu deildini, og sum harvið eru førir fyri at stýra dystunum. Tað hava GÍ, B36 og HB, men tað hava vit ikki, staðfestir Jón Sigurd Gleðisheygg, og hann heldur fram:

? At fyritreytirnar eru vánaligar, og at tað er torført ber við sær, at tað kennist uppaftur hugaligari at vinna. Tá vit vunnu á norðoyarstevnu, kendist tað næstan sum um vit høvdu vunnið FM, og tað var sjálvandi hugaligt at vinna á heimavølli ímóti NSÍ. Vit vóru hepnir, men vit kundu væl havt vunnið við fleiri málum. Í 2. hálvleiki, tá teir trýstu, fingu vit fleiri møguleikar upp á kontra, har ikki minst Soran Anghel var vandamikil. Eyðfinn Joensen fekk bóltin í málið aftanfyri Jens Martin Knudsen. Tað var kolldømt fyri rangstøðu. Tað kann væl vera, at talan var um rangstøðu, men um so var, so var tað sera tepurt, sigur Jón Sigurd Gleðisheygg.


Einki hugflog

NSÍ hevði bóltin kanska tríggar fjórðingar av tíðini. Men teir brúktu hann ikki serliga væl. Ian Højgaard royndi at skipa spælið, men tað fleyt ikki serliga væl, og sjálvandi kom tað illa við, at heimaliðið so tíðliga hevði fingið málið, sum legði eitt so stórt trýst á gestandi liðið.

Onkuntíð vóru ábendingar um, at teir í NSÍ væl vistu, at tað, sum ráddi um hjá teimum, var at taga spælið sundur, í síðunum at spæla seg til baklinjuna og so at leggja innfyri, men teir megnaðu hetta alt ov sjáldan.

NSÍ sendi eina rúgvu av høgum bóltum inn ímóti málinum hjá EB/Streymi. Knút Vesturtún og Andrzej Pacek vóru miðvallarar, men teir hjálptu teimum í miðverjuni væl at halda tørn, og Gunnar á Steig royndist væl í málinum. NSÍ fekk eina rúgvu av hornaspørkum, men teir vunnu ongantíð luftkríggið í EB/Streyma brotsteiginum.

Menninir hjá NSÍ, sum eiga at megna at taka søkina í egnar hendur, tá kollektivið so at siga ikki megnar at lyfta liðið fram til sigur, eksploderaðu ongantíð so mikið, at tað kundi bera til, og tað hjálpti heldur ikki, tá Jens Martin Knudsen fram ímóti dystarenda fleiri ferðir fór framvið í hornasparksstøðum.


EB/Streymur-NSÍ 1-0 (1-0)

1-0: Jón Sigurð Gleðisheygg 20

Dómari: Oddmar Andreasen (HB)


EB/Streymur: Gunnar á Steig ? Alfred Jacobsen, Ólavur Poulsen, Christian Carlsson ? Halltórur Joensen, Knút Vesturtún, Andrzej Pacek, Andreas Dahl, Eyðfinn Joensen ? Jón Sigurd Gleðisheygg, Soran Anghel

NSÍ: Jens Martin Knudsen ? Gert Langgaard, Arnfinn Langgaard, Djóni N. Joensen, Jónstein Petersen ? Sonni L. Petersen, Ian Højgaard, Brynjolvur Nielsen, Eddie Mikkelsen ? Christian Høgni Jacobsen, Ken Nónklett