B68 støðast betri

B68-NSÍ: 2-1 (1-1):

Tríggjar deyðbóltsstøður skuldu til fyri at avgera lokaluppgerðina, tá B68 og NSÍ hittust á Svangaskarði leygardagin

 

Fótbóltur


Grannauppgerð var á Toftum leygardagin, og sum vera man, var hetta ein dystur, sum tey bæði fyrstudeildarliðini á Skálafjørðinum løgdu stóra orku í at vinna. Spenningurin undan dystinum gjørdist heldur ikki minni av, at liðini bæði hava verið við í bólkinum, sum seinastu umførini hava verið partur av bronsustríðnum.


Brotsspørk

Umstøðurnar at spæla vóru einki serliga á Svangaskarði leygardagin. Eins og í restini av landinum var fitt av vindi, og hetta gjørdi tað sear torført at fáa nakað samanhangandi spæl í hjá liðunum báðum.

Tað var NSÍ, sum hevði vindin undan í fyrra hálvleiki, men kortini vóru tað toftamennnir, sum løgdu nógv betri fyri. Ímóti vindinum runnu bóltarnir ikki undan álopsmonnunum, og longu eftir fýra minuttum hevði Súni Fríði fingið somikið gott tamarhald á einum bólti, at Kári Hansen sá seg noyddan at taka beinini undan honum.

Hetta hendi inni í brotsteiginum, og eftirfylgjandi brotssparkið sendi Súni Fríði sjálvur trygt í netið.

B68 helt á fram við málsókna spælinum, og bert fimm minuttir eftir leiðslumálið, átti hetta aftur at givið úrslit. Súni Fríði slapp leysur av NSÍ verjuni, sum mátti vera burturstadda Djóna N. Joensen fyriuttan, og tá hann skuldi runda Jens Martin Knudsen, sá landsliðsmálverjin sær ongan annan útveg enn at taka beinini undan honum.

Súni Fríði skeyt aftur, men hesa ferð hevði Jens Martin lúrt hann av, soleiðis at runavíkingar kundu draga andan eitt sindur lættari aftur.

Runavíkingar fingu nú spakuliga tamarhald á spælinum, men í uppbyggingini av álopunum framdu teir ta deyðssynd, at teir at kalla bert royndu seg við høgum bóltum innn í brotsteigin. Her var Hans Fróði Hansen at kalla einaráðandi í luftrúminum, og sæð burtur frá fleiri hornaspørkum, var ógvuliga smátt við møguleikum hjá NSÍ.

Ein opnan møguleika fingu teir tó, tá linjuverjin vísti dómaranum á, at Messias hevði framt eina misgerð í brotsteiginum. Sjúrður Jacobsen er vanliga tryggur úr 11 metrum, og tað var hann eisini hesa ferð.


Vandamikil hornaspørk

Í seinna hálvleiki vóru tað toftamenn, sum høvdu vindin undan, og hetta gjørdi eisini, at spælið í stóran mun varð trýst oman á NSÍ hálvuna.

Eins og hjá NSÍ í fyrra hálvleiki, so spurdust eisini fleiri hornaspørk burturúr, og serliga vóru tað tey úr vinstru síðu, sum Arnold Joensen tók sær av, sum skaptu vandastøður í NSÍ-brotsteiginum. Avgerðin fall eisini eftir eitt av hesum hornaspørkum. Hornasparkið varð skotið tætt inn undir málið, og var Dánial Hansen somikið óheppin, at hann beindi bóltin í egið mál.

Eftir hetta fullu toftamenn nakað aftur á vøllin, men hóast hetta, so megnaði NSÍ ikki veruliga at hótta heimaliðið. Heldur var tað nærri við, at heimaliði økti um leiðsluna, men nærri enn einum stórum avbrennara hjá Marcello komu toftamenn ikki, so máltalvan stóð óbroytt alla dystin á tamb.


Aftur eitt vónbrot

Við sigrinum halda toftamenn fast um hugaligu gongdina, sum hevur staðið við seinastu vikurnar. Eftir eina katastrofala byrjan var annars líkt til, at liðið var fullkomuliga avskrivað í kappingini um heiðursmerki, men seinastu vikurnar hava tó prógvað, at enn eru knotur í teimum reyðu og hvítu.

Runavíkingar fingu hinvegin enn eina ferð staðfest, at tað heldur ikki verður í ár, at teir fara at gera seg galdandi í heiðursmerkjarøðini. Vónirnar til liðið vóru annars stórar í ár, men sum støðan er nú, so verður fjórða plássið framhaldandi besta úrslitið, sum liðið hevur vunnið sær í bestu deildini. Skal hetta broytast, er alneyðugt at liðið komandi ár


Dysturin í tølum:

B68-NSÍ 2-1 (1-1)

1-0: Súni Fríði Johannesen (br.) 4

1-1: Sjúrður Jacobsen (br.) 22

2-1: sjálvmál (Dánial Hansen) 67


Dómari: Páll Augustinussen (VB)


B68: Kjartan Nesá - Hans Fróði Hansen, Oleif Joensen, Messias Parreira ? Marlon Jorge, Jann Ingi Petersen, Jan Petersen, John Heri Dam, Jákup Eli Olsen - Súni Fríði Johannesen, Arnold Joensen

NSÍ: Jens Martin Knudsen ? Ken Nónklett, Kári Hansen, Arnfinn Langgaard ? Brynjolvur Nielsen, Ian Højgaard, Sjúrður Jacobsen, Eddie Mikkelsen, Jónstein Petersen ? Dánial Hansen, Sonni L. Petersen